Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Eyðkendu hvítu nósarnir, ið av og á síggjast søkja sær skjól inn á firðum og sundum um heystið, deila óhepnu støðuna at verða skolaðir út av látrum. Samstundis hava teir mist sambandið við opnuna. Lagnan hjá hesum nósum er óviss.

Láturkópur nørist frá hálvum september og til jóla. Opnan leggur nósan á vardum stað í urðum og á látrum. Nósar koma í verðina við hvítari hvølpaull, ið teir líðandi loðsa komandi tríggjar vikurnar. Legst uppgangur, so skola teir nósar, ið liggja ábart fyri, út av látrunum. Ullin darvar, og teir flestu nósar yngri enn eina viku drukna. Hava teir sogið opnuna nakað longur, so hava teir betur møguleika at klára seg. Nósin er fullborðin, tá hann hevur sogið í 18 dagar. Eftir hetta makast opnan og fer frá nósanum endaliga, ið hereftir klárar seg sjálvan.

Nósar bíta gjarna frá sær og kunnu bera keðiliga ígerðarsjúku, og tí er sera umráðandi altíð at halda frástøðu og lata nósarnar passa seg sjálvar. Tað verður frámælt at taka nósar heim at passa, einamest tí at tað er ein ávísur vandi fyri at verða bitin, og somuleiðis tí tað verður ikki mett at hava nakra gagnliga ávirkan á kópastovnin. Sjálvt um tað kann vera hjartanemandi at síggja ein hjálparsleysan nósa, so er frægari í hesum føri at lata náttúruna passa sær sjálvari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo