40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti í kvøld, at Henning Larsen fær í boði at gera skipanina av miðbýarkjarnuni. Uppskotið hjá Henningi Larsen vísir á eina framúr spennandi tilgongd til arbeiðið, umframt at tey útvega eina talgilda upptekning av býnum í 3D, ið er eitt sera virðismikið tilfar í víðari menningini av økinum.

Ein býarkjarna er handilsliga, mentunarliga, søguliga og landafrøðiliga hjarta í einum býi. Ein miðbýarkjarna eigur at vera innbjóðandi og at leggja upp til, at fólk hittast og hava fyrsta rætt til infrakervið og hentleikar til bústaðir.

Hetta ynskir kommunan at stimbra undir. Tríggir ráðgevar hava fingið møguleika at lata inn tilboð uppá arbeiðið at útvega eitt skipanaruppskot/faldara av miðbýarkjarnuni.

Í mong ár hevur miðbýarkjarnan í Havn verið merkt av bilferðslu. Parkering fyllir nógv. Vit búgva í einum vetrarbýi, og innrættingin av býnum átti í størri mun at tikið atlit til hetta.

Ein part av árinum hava vit tómar gøtur og eina rættiliga lívleysa miðbýarkjarnu. Orsøkin til hetta er m.a., at keyp á alnótini hevur gjørt tað gjørligt at fáa sínar vørur flýggjaðar til dyrnar, umframt at kappingin frá handilsmiðstøðum er økt. Býarkjarnan hevur tørv á at fóta sær og livna upp aftur.

Ynskið er at endurskoða miðbýarkjarnuna í tann mun, at býurin verður tættaður við fleiri bústøðum og trivnaðarligum átøkum, sum fáa vitjandi at støðast, samstundis sum at eyðkennið í miðbýnum verður varðveitt og styrkt.

Her verður serliga hugsað um at varðveita mongu smogurnar, ið binda býin saman, smáu og snøggu býarhúsini við mønutaki, umframt bygningar so sum gamla Føroya Banka, Ebenezer, gamla Sparikassan, Býráðið, Margarinfabrikkina/Tjóðpallin.

Faldarin, sum verður latin kommununi, kemur at liggja til grund fyri framtíðar skipan av miðbýnum, og verður grundarlag undir eini komandi serstakari byggisamtykt.

Fyrsta juli móttók kommunan trý tilboð frá Henning Larsen, SNA og BRIM. Í útbjóðingarskrivinum varð biðið um tilboð uppá arbeiðið, umframt eina frágreiðing um, hvussu uppgávan verður loyst. SNA lat tilboð inn áljóðandi 800 túsund, Henning Larsen lat tilboð inn áljóðandi 840 og BRIM lat tilboð inn áljóðandi 850 túsund krónur – allir prísir uttan mvg.

SNA hevur lægsta tilboð. I tilfarinum frá SNA er víst á áhugaverd diagramm, men eingin fullfíggjað frágreiðing fyriliggur, og tí er ringt at skilja akkurát, hvussu arbeiðið verður framt. Serligt fyri hetta tilboð er, at grønu økini (býarparkin) verða viðgjørd við princippskitsum og plantuplani.

Tilboðið frá Henning Larsen er eitt sindur lægri enn hægsta tilboðið. Tilfarið, sum tey hava latið inn, er sera gott við greiðum tekningum og lýsingum, av hvussu arbeiðið fer fram. Serligt fyri hetta uppskot er, at alt arbeiðstøkuøkið verður teknað upp í talgildum 3D-forriti.

Harumframt verða mikroklimatiskar greiningar gjørdar av býnum við at nýta planleggingarforritið GreenScenaro, ið sameinar greiningar og simuleringar av m.a. trivnaði hjá fólki og skugga, sól-, vind- og ljósviðurskifti. Hetta er ein áhugaverdur háttur at arbeiða uppá, sum er royndur fyrr í Tórshavnar kommunu. Hetta gevur kanningarúrslitinum objektivitet og gjøgnumskygni.

Umframt hetta verður heitið “Urtagarðsbýurin” nýtt, ið er ein tulking av visiónini úr útbjóðingartilfarinum um eina býarpark. Tey citera Jørgen Franz Jacobsen:

“Í allar ættir er grønur gróður. Niðan ímillum urtagarðar, klettar og hús sker ein long spákingarleið við nógvum gongufólki. Hálvdoyvt ljóð av samrøðum teirra rennur út í sjóðið av ánni. Øll, sum hava verið í Havn, kenna tað: áin, sum rennur í skugganum av trøunum. Tað er sovorðin eyðkendur blíður dámur um henda gróðurgyrda býin.”

Tey vísa á, at tey vilja endurskapa Tórshavn sum ein urtagarðsbý.

BRIM hevur hægsta tilboðið. Tilfarið frá BRIM er væl úr hondum greitt við neyvari frágreiðing um, hvussu arbeiðið fer fram. Serligt fyri hetta uppskotið er, at dentur verður lagdur á at arbeiða við eini neyvari endurtøku av analysum og uppskotum til býarskipan, ein sokallað repitativ process. Hetta merkir, at neyvar kanningar ligga til grund fyri uppskotunum tey koma við.

Umsitingin hevur mett um innkomnu uppskotini. Allir ráðgevarnir hava latið inn nøktandi tilfar, men uppskotið frá Henning Larsen er tað, sum umsitingin metir á bestan hátt líkur ynskini fyri miðbýin og kappingartreytirnar.

Umsitingin mælti tí til, at Henning Larsen fær í boði at gera skipanina av miðbýarkjarnuni. Uppskotið vísir á eina framúr spennandi tilgongd til arbeiðið, umframt at tey útvega eina talgilda upptekning av býnum í 3D, ið er eitt sera virðismikið tilfar í víðari menningini av økinum.

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu tí til at játta 1 mió. kr. til verkætlanina og at heimila umsitingini at gera sáttmála við vinnandi ráðgevan. Hetta varð samtykt í byggi- og býarskipanarnevndini 22. august og í fíggjarnevndini 24. august. Og í kvøld varð málið samtykt av býráðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo