Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nú verður Barnaprix aftur. Børnini skulu verða millum 8 og 13 ár fyri at luttaka.
Kappingin verður skipað soleiðis, at tað verða 4 undanumfør og síðani ein finala.
 
Undanumførini verða kring alt landið. Byrjað verður í Suðuroy í Salt á Drelnesi 27. apríl. 4. mai verður kappast á Torginum í SMS í Havn, 16. mai í Atlantis í Klaksvík og 18. mai í Løkshøll í Runavík.

Tað fara 3 víðari frá undanumførinum til finaluna, sum verður á Torginum í SMS 25. mai.

Vinnarin sleppur at syngja á G. festivalinum og á Summarfestivalinum.

Til øll undanumførini er ymiskt undirhald á skránni, eitt nú sangarar, skemtarar og hip hop dansarar. Eisini koma fólk úr øðrum londum at syngja. Vertir eru Angela Petersen og Vár B. Jacobsen, sum báðar hava arbeitt við at gera undirhald til børn í nógv ár.

Roynd fólk innan føroyska tónleikaheimin verða dómarar.

Børnini kunnu tekna seg til kappingin á www.barnaprix.org. Har kanst tú eisini lesa meira um kappingina.

Tað er VEIA, sum skipar fyri kappingini. Veia er ein nýggj fyritøka, sum ger undirhald til børn bæði á netinum og í veruliga lívinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo