Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú verða vit ikki longur kallað ”eldrabyrða”, men heldur tað, ið verri er, nevniliga burturkast, tí politkkarar og kanska onnur við vildu helst sloppið av við hesar ónytturnar, ið ditta sær ar gerast eldri enn 67 ár. Vit eru vorðin ein óynsktur faktorur í einum roknistykki, ið skal ganga upp, kosta hvat tað kosta vil.

Í hesum sambandi heiti eg á politikkarar og onnur, ið hava skil fyri tí, um at greiða okkum eldru og ivaleyst øðrum við frá hesum, so at vit vita, hvat alt snýr seg um:

- Hvussu virkar skipanin við markinum fyri, hvussu nógv tú kanst forvinna, til tað verður mótroknað í eftirlønini?

- Hvør kemur undir hesa regluna?

- Hvør er orsøkin til at áseta tílíkar reglur?

- Er yvirhøvur loyvt at áseta tílíkar reglur (mannarættindi – Berufsverbot)?

- Eru útrokningar gjørdar fyri, hvat tað hevði kostað landskassanum, um tey eftirløntu, ið vilja og eru før fyri at arbeiða, høvdu sloppið undan mótrokningini, um tey vinna meira enn kr. 45.000,00 árliga?

- Eru útrokningar gjørdar fyri, hvussu nógv eftirlønt høvdu komið aftur á arbeiðsmarknaðin, um mótrokningin varð strikað?

- Eru hagtøl fyri, hvussu mong eftirlønt eru, sum fáa mótrokning, um tey vinna meira enn nevndu upphædd árliga?

- Eru hagtøl fyri, hvussu mong eftirlønt framvegis arbeiða, og hvussu nógvan skatt tey gjalda?

Vit eru mong, ið skilja ikki ella illa hesar reglur ella grundgevingar fyri, hví so man vera.

Er onkur harúti, ið á skilagóðan hátt kann greiða fløkjuna, so at vit eldru - og ivaleyst mong fólkavald eisini – vita, hvat hetta snýr seg um?

Í Havn t. 08.09.23
Virðingarmest,
Hans J. Hermansen.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo