40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú spurt verður, hvussu vit hugsa okkum, at ferðavinnan í føroyum skal skipast framyvir, haldi eg, at kanska nú er júst rætta tíðin varliga at kolvelta hesa vinnunu við onkrum slagi av "backup"stuðli frá landskassanum, gerst tað neyðugt, okkum ið her virka og liva at frama.

Kanska ferðavinnan, eins og alivinnan, ið var nýhugsað eftir aldarskiftið, kann mennast til nakað heilt serstakt.

Munurin er tó, at alivinnan hevði rent seg fasta, og var nýhugsan tí neyðug. Kanska vit við nýhugsan av ferðavinnuni í góðari tíð megna at endurskapa hana enn betri og sunnari, bæði fyri nátúru, vinnu og fólk.

Við mínum avmarkaða innliti í ferðavinnuna dugi eg illa at siga, hvussu útboðið kann gerast enn betri. Tað tykist mær, at ferðavinnan í hesum lítla landi er bæði fjøltáttað og dygdargóð, saman við nýggju landbúnaðarferðavinnuni og annað, ið er ávegis.

So hvørji ráð eru til at taka, fyri at flest møgulig kunnu taka undir við komandi ferðavinnuleistinum? Er svarið bert at økja um ferðavinnutilboðini?

Mítt boð er einfalt: vit skulu gerast væl meira kostbar! Alt skal gerast væl dýrari hjá útlensku ferðafólkunum. Vit hava jú dygdina á øllum tí, sum ferðavinnan tekst við, men mangla bert at taka næsta stigið, ið er at hækka kostnaðin yvir alla linjuna. Bæði frá ferðaavgjaldi, til fjallatúrin við ferðaleiðara, hotelgistingar og alt annað við, ætlað ferðavinnugestinum.

Í stuttum: vit eru serstøk tjóð við 18 gimsteinum og ríkari søgu. Okkum tørvar bert alment og saman at gera okkum merkt sum eitt luksusferðamál. Og vænti eg sjálvandi við hesum, at mongdin av ferðafólki fer at minka nakað, tó at sama skuldi ligið eftir hjá vinnuni. Og at bæði nátúran og fólkið, ið her býr, aftur fara at gleðast um ferðagestirnar.

Bogi í Gil

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo