40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Váðaráð: Føroya Váðaráð hevur hildið tjúgunda fundin og metir framvegis, at  tekin ikki eru um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum. Sethúsaeigarar eru ivaleyst kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, men teir raðfesta framvegis at gjalda niður skuld. Støðan í føroyska búskapinum er góð, men høgu renturnar kunnu fara at ávirka sethúsaprísirnar, ið eins og í øðrum londum, hava stóran týdning fyri bjartskygnið hjá húsarhaldunum og harvið privatu nýtsluna, sum í seinasta enda ávirkar búskapin.

Meginparturin av føroysku húsarhaldunum, ið hava skuld, skylda minni enn 2 mió. kr., meðan umleið 10% hava eina skuld omanfyri 2 mió. kr. Húsarhald, ið hava skuld omanfyri 2 mió. kr. og samstundis skylda meir enn 3 ferðir teirra árligu inntøku, eru í miðal 27,8 ára gomul. Hóast sethúsaeigarar sannlíkt eru kroystir fíggjarliga av høgu prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, raðfesta teir framvegis at gjalda skuld niður; í januar 2023 var 95% av skuldini hjá føroysku húsarhaldunum lán við avdráttum. Samstundis var 87% av samlaðu skuldini hjá húsarhaldunum við broytiligari rentu, og tað merkir, at rentuhækkingarnar ávirka lánsgjøldini hjá allarflestu húsarhaldum. Hvussu nógv rentuhækkingarnar minka um tøkupeningin eftir at útreiðslur til rentur og avdráttir eru goldnar, valdast støddina av skuldini, og hvussu hart fyrispent einstaka húsarhaldið er fíggjarliga.     

Støðan er enn góð í føroyska búskapinum og tað eru í løtuni ikki tekin um afturgongd, tí búskaparligu lyklatølinini, so sum útflutningur, arbeiðsvirkni, arbeiðsloysi og lønargjaldingar, eru framvegis jalig. Hækkaðu renturnar kunnu tó fara at ávirka prísirnar á bústaðarmarknaðinum, sum eins í mongum øðrum londum, hava stóran týdning fyri bjartskygnið og privatu nýtsluna hjá húsarhaldunum, sum í seinasta enda ávirkar búskapin. Sethúsaprísirnir eru í fleiri ár á rað hækkaðir skjótari enn inntøkurnar, og í 2022 vóru sethúsaprísirnir eisini hægri í miðal, enn í 2021, men stóru rentuhækkingarnar seinastu tíðina kunnu elva til eina virðisjavnan av sethúsaprísunum. Lækkandi sethúsaprísir eru ikki ein trupulleiki í sjálvum sær, uttan so at teir føra til tap í føroysku bankunum, ella elvir til eina stóra lækking í nýtsluni hjá húsarhaldunum, men flestu húsarhaldini eru sambært bankunum fíggjarliga væl fyri; tey gjalda skuld niður og biðja ikki í størri mun enn vanligt, um skáar, og eftirstøðurnar eru ikki fleiri, enn vanligt.  

Vøksturin í útlánum frá føroysku bankunum hevur verið veksandi síðani miðjan 2022 og var hann 4,6% í januar 2023. Útlánsvøksturin stavar í løtuni frá útlánum til privatar fyritøkur og húsarhald. Samstundis er vøksturin í útlánum frá donskum realkredittstovnum til føroysku húsarhaldini lækkaður, og tað kann skyldast, at húsarhaldini, vegna lutfalsligu stóru rentuhækkingunum á fastrentaðum realkredittlánum, heldur velja at læna í føroysku bankunum. Privatu fyritøkurnar, sum hava økt um lántøkuna í føroysku bankunum síðani miðjan 2022, er fyritøkum millum annað innan fastogn, fiskivinnu, framleiðslu og el. Útlánsvøksturin frá føroysku og donsku peninga- og realkredittstovnunum var tilsamans 3,1% í januar 2023. Samstundis eru innlánini í føroysku bankunum økt frá vinnuni, meðan húsarhaldini ikki hava økt stórvegis um síni innlán. Hetta kann vera komið av prís- og rentuhækkingunum seinastu tíðina, ið møguliga hevur gjørt tað neyðugt hjá summum húsarhaldum at nýta burturav uppsparingini ella at seta minni av peningi á konto.

Føroya Váðaráð metir, at tað ikki eru greið tekin um, at systemiskir váðar eru í umbúnað í føroyska bankageiranum, men heldur framvegis eyga við viðurskiftum, ið kunnu ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum.

Onnur viðurskifti

Inntøkan hjá peningastovunum
Føroysku bankarnir hava í 2022 havt kurstap av sínum virðisbrævaognum, men niðurskrivingarnar hava verið lágar í 2022 og ein partur av fyrrverandi niðurskrivingunum eru afturførdar í 2022. Avlopið av vanliga rakstrinum hevur verið javnt seinastu árini, og inntøkan gevur møguleika fyri at byggja upp kapital. 

Seinastu vikurnar hevur tað verið sera órógv á altjóða fíggjarmarknaðunum. Millum annað noyddist 16. tann størsti bankin í USA, Silicon Valley Bank (SVB), at stongja, og sveisiski bankin; Credit Suisse (CS), varð yvirtikin av stóra bankanum, Sveitz Union de Banques Suisse (UBS). Hetta hevur elvt til ørkymlan um, hvørt hetta eru tekin um eina fíggjarkreppu, eins og tí í 2008. Serkøn fólk á bankaøkinum hava í fleiri londum víst á, at hóast eyðkennini líkjast, er fíggjargeirin í eini betri støðu í dag. Orsakað av fíggjarkreppuni í 2008, eru krøvini til bæði kapital og gjaldføri í bankunum vorðin munandi herd, og bankarnir eru tískil nógv meira mótstøðuførir í dag, enn teir vóru tá. Tó eru einstakir bankar, ið ikki eru væl riknir og sum tað tí ikki hevur gingið so gott hjá, so sum SVB og CS.  

Føroysku bankarnir eru væl bjálvaðir við kapitali og gjaldføri. Yvirskotsgjaldføriðhjá bankunum verður sett í Nationalbankan og í stutt 1-3 ára lánsbrøv, sum hava ein kurs, ið ikki sveiggjar so nógv. Harumframt eru hesi aktiv skrásett til marknaðarvirði í roknskapunum hjá bankunum, og tað eru tískil ikki nøkur møgulig óskrásett tap at finna í roknskapunum. Bankarnir gera harumframt javnan sín rentuváða upp, ið Fíggjareftirlitið heldur vakið eyga við, og metir Fíggjareftirlitið, at váðin er ov høgur, verða krøvini til kapitalin herd. Harafturat er ein stórur partur av innlánunum í føroysku bankunum tryggjaði av Innskjótaratrygdargrunninum og eisini hava bankarnir avlop á sínum roknskapum.    

Innlán í bankunum
Føroya Váðaráð hevur hugt eftir innlánunum í føroysku bankunum og staðfestir, at ein stórur partur av innlánunum eru tryggjaði, ið merkir, at tey eru vard av Innskjótaratrygdargrunninum.

Útlán hjá íslendskum bankum í Føroyum
Landsbankin er farin at samstarva við tjóðbankan í íslandi, Seðlabanki Íslands, um leypandi at móttaka hagtøl um útlán hjá íslendskum bankum í Føroyum. Í november 2022 høvdu íslendskir bankar útlán fyri 790 mió. kr. til føroyska vinnulívið. Til samanbering hevur vinnan lán fyri 6,8 mia. kr. í føroysku bankunum (jan. 2023).

Greina kapitalkrøvini av nýggjum
Føroya Váðaráð fer, í samstarv við danska Systemiska Risikoráðnum, at greina kapitalkrøvini av nýggjum. Umframt at greina støðið á systemiska kapitalbuffaranum, verður støðið á kontrasykliska kapitalbuffaranum greinað.   

Nettrygd
Føroya Váðaráð hevur á fundinum fingið dagførda kunning um arbeiðið hjá landsstýrinum við nettrygd (cybersecurity) í Føroyum.

Nýggir sethúsaeigarar
Føroya Váðaráð fer at kanna bólkin av húsarhaldum, sum ogna sær bústað á fyrsta sinni, tí hesi eru vanliga tey, ið eru mest viðkvom yvirfyri rentu- og príshækkingum, eftirsum hesi aloftast hava stóra skuld. Váðaráðið er enn í byrjanini av hesum greiningararbeiði. Danska Systemiska Risikoráðið hevur roynt at skilmarka bólkin av nýggjum sethúsaánarum í Føroyum, og hevur greinað hesi tøl. Greiningin vísir, at talið av nýggjum sethúsaánarum í Føroyum er lækkað eitt sindur tey seinastu árini, og tað kann møguliga koma av, at summi húsarhald vegna høgu sethúsaprísirnir, ikki sleppa inn á bústaðarmarknaðin. Harafturat vísir greiningin, at restskuldin hjá nýggju sethúsaánarunum er jøvn og at skuldin er lægri, enn virðið á sethúsunum. Skuldarlutfallið, tað vil siga skuldin mátað í mun til árligu inntøkuna hjá húsarhaldinum, er økt, men tað er ikki óvæntað sæð í ljósinum av øktu sethúsaprísunum seinastu árini. Miðvirðið (medianin) á skuldarlutfallinum, er tó 2,5, og tað er lutfalsliga lágt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo