40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

POSTA: Myndevnini á nýggju frímerkjunum eru Sornfelli, Skálhøvdi og list eftir Arnold Vegghamar. Harumframt eru postgjaldsmerki við bygdarløgum í  Suðuroy komin út.

60 ár á Sornfelli – Føroyar undir kalda krígnum
Í 1963 kundu føroyingar staðfesta, at Sornfelli hevði fingið tveir løgnar hvítar kuplar á tindin. Eftir trý ára verkarbeiði, stóð radarstøðin í Sornfelli, við almenna heitinum, ”NATO Early Warning Station Site 09,” endiliga liðug. Longri niðri í líðini, í Mjørkadali, varð ein fyrisitingar- og bústaðarbygningur bygdur, sum stóð liðugur í 1964. Støðin í Mjørkadali kallaðist ”Flyvestation Thorshavn” og var knýtt at danska flogvápninum, ið rak radarstøðina í Sornfelli. Útgávan fevnir um eitt frímerki og eitt smáark. Jákup Brúsá hevur tikið myndirnar.

Skálhøvdi
Sunnarlaga á eystursíðuni á Sandoynni, stingur ein hin mest eyðkendi føroyski nakkurin út í hav. Tað er Skálhøvdi, sum stendur millum bygdirnar báðar, Skálavík fyri norðan og Húsavík sunnanfyri. Skálhøvdi er eyðkennismerkið hjá Skálavíkar bygd. Eitt stórsligið natúr- og jarðfrøðisøki, hvørs stórbæri sæst best av sjónum. Avgjørt vert at vitja, um man er so heppin at vera har um leiðir ein vakran dag. 

Pól Sundskarð hevur tikið myndirnar.

Litmeistarin Arnold Vegghamar
Myndlistamaðurin Arnold Vegghamar er bæði í stíli og myndevni so egin, at áskoðarin sjáldan er í iva um hvør er upphavsmaður til hansara myndir. Vit kenna stílin aftur í hesum litríku myndum, har listamaðurin sameinir tað klassiska føroyska landslagsmyndevnið við sítt heilt egna serliga sjónarmið. Frímerkini vísa listaverkini Skýming, 1993, og Bygd, 2007.

Vakrar plakatir av hesum báðum listaverkum fáast eisini til keyps á heimasíðuni www.stamps.fo.

Postgjaldsmerki 2023: Bygdarløg í Suðuroy
Postgjaldsmerkini mynda Froðba, Trongisvág, Hov og Tvøroyri. Janus Dam Guttesen teknaði.

Les áhugaverdu greinarnar um frímerkini á www.stamps.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo