Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-046/2022 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um almennu bussleiðirnar.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin nakra ætlan um at gera átøk, ið skulu fáa fólk at brúka almennu bussleiðirnar meira?

2. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, kann hann so greiða frá, hvør hon er?

3. Um landsstýrismaðurin hevur eina slíka ætlan, nær kann so roknast við, at hon verður sett í verk?

Svar:
Ferðafólkatalið fall sera nógv, meðan koronu avmarkingarnar vóru. Í 2020 vóru bert 320 túsund ferðandi við Bygdaleiðum. Talið er vaksið støðugt síðani. Strandferðslan roknar við, at eini 510 túsund ferðandi verða við Bygdaleiðum í 2022. Tá er komið upp aftur á vanligt støði.

Nógvar fyritreytir eru fyri at kunna økja ferðafólkatalið við Bygdaleiðum. Bussarnir eru 40 í tali.

Teir eru nýggir, rúmligir og komfortablir. Tað eru 24 farleiðir, og einar 1.500 fráferðir eru um vikuna. Tað merkir, at tænastustøðið hjá Bygdaleiðum er gott. Tað er eisini bíligt at ferðast.

Tá sagt verður, at ruturnar passa illa við arbeiðs- og skúlatíðirnar, er tað ikki heilt rætt.

Við Bygdaleiðum sleppur tú til Miðnám í Vestmanna, Miðnám í Kambsdali, til Glasir, Tekniska skúla í Klaksvík og heim aftur. Við øllum leiðum ber til at leggja sær ferðina soleiðis til rættis, at ein kann møta til arbeiðis í Havn, Runavík, Strondum, Sundalagnum, Klaksvík, Skopun, Tvøroyri og Vági klokkan 8 ella 9 á morgni og heim aftur seinnapartin.

Tað er ein sannroynd, at ferðslumentanin hjá nógvum føroyingum byggir á koyring við egnum bili. Neyðugt er tí við hugburðsbroyting, um føroyingar í størri mun skulu brúka almenna ferðslu, sum eisini er umhvørvisvinarligari.

Strandferðslan hevur áður roynt at marknaðarføra Bygdaleiðir. Ætlanin er, at gera nýggj átøk á vári 2023 fyri at fáa fleiri fólk at nýta bussarnar.

Strandferðslan hevur í summar samstarvað við Visit Faroe Islands, lokalar ferðavinnuaktørar og borgarar, og eru broytingar gjørdar á ymiskum rutum, sum betra umstøðurnar at ferðast.

Strandferðslan samstarvar framhaldandi við kommunur, um at leggja túrar soleiðis til rættis, at flytføri hjá einamest skúlanæmingum í kommununi er tryggjað.

Tað, at fáa fleiri fólk at brúka bussarnar, er eisini ein spurningur um ferðaætlan. At broytingar verða gjørdar eftir tørvi og ynskjum. Til dømis er ætlanin at fáa fleiri snartúrar millum norðurøkið og Suðurstreym umvegis Eysturoyartunnilin, umframt at aðrar tillagingar verða gjørdar.

Samanumtikið ætlar Strandferðslan at gera nýggj átøk á vári 2023, fyri at fáa fleiri fólk at ferðast við Bygdaleiðum. Samstarvið við ferðavinnuna, kommunurnar og borgararnar heldur fram, og tillagingar verða gjørdar.

Tinganes, 11. oktobur 2022
Uni Rasmussen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo