Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Henda mánaðin gevur Ranvør Isholm út nýggja barnabók! Bókin eitur Hilda og Monsi og snýr seg um gentuna Hildu og dreingin Monsi, sum eru vinir. Ein dagin hvørvur Monsi inn í ein Álvaheyggj …

Lena Nicolajsen hevur myndprýtt bókina, ið egnar seg væl til børn, sum eru umleið 3-5 ár.

Um bókina
Ein morgun fortelur pápi Hildu um álvagentur, sum duga gand. Hilda heldur ikki, at hetta er ein stuttlig søga, tí hon fer beint at hugsa um vin sín, Monsi, sum býr í gulu húsunum beint við Álvaheyggin, har sum álvagenturnar búgva. Hon fer beina leið heim til Monsi – hon má verja hann fyri álvagentunum. Bókin er innbundin og 28 bls.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Mentanargrunnur Landsins og Eysturkommuna hava stuðlað útgávuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo