Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

"Hurðin út á gongina fór stillisliga upp, og hann hómaði umhvarvið av einum fólki. Hann lá uttan kodda á madrassuni og hevði tí ilt við at síggja, hvør ið tað var, sum vitjaði. Skuggin kom nærri og fjaldi samstundis náttlampuna við yvirkroppinum, so tað var ikki fyrr enn viðkomandi var heilt nær, at hann sá, at høvdið var ílatið brølapu. Tað vóru bara eyguni, sum ikki vóru fjald, og hann bar kenslu á tey. Alt í honum boðaði frá, at vandi var á ferð. Hann ætlaði sær at rópa um hjálp, men keglið millum tenninar forðaði hesum. Tað kom bara veikt græl upp úr hálsinum. Hann rykti í reimarnar, men tær vóru óvikandi. Hann føldi, at hann bleiv stungin í albogaliðin, og stutt eftir gjørdist alt svart."

Hannis Martinsson er eftir skurðvigerð komin á Hvíldarheimið. Hann fær at vita, at ein maður, sum hevði samband við bumbuatsóknina móti løgtingshúsinum í septembur 1945, bleiv myrdur á stovninum stutt aftaná. Ein lívshættisligur leikur fer nú í gongd.

Hannis Martinsson hevur høvuðsleiklutin í Hvíldarheimið, men William Hammer ger eisini vart við seg.

Bókin kemur út í dag og fæst í bókabúðunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo