40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Innsent: Lívið er fult at stórum upplivingum og hendingum, sum á sín hátt seta seg fast í minnið. Tó kann tað verða torført at fáa hesar skrivaðar niður, tí hvar skal man byrja? Hendan trupulleikan kann bókin Mín lívsleið loysa.

Fyrsta marts í ár kom nýggj bók á marknaðin, ið er ætlað at gera tað nemt og ómakaleyst hjá okkara eldru borgarum at fáa skriva niður allar tær stóru og spennandi hendingarnar, ið lívsleiðin hevur havt við sær.

Bókin eitur Mín lívsleið.

Ætlanin við samtalubókini, er at eigarin av bókini saman við sínum nærmastu fær møguleika at hugleiða um sína lívsleið og tær søguligu hendingarnar og stóru upplivingarnar, ið eitt hendingaríkt lív hevur havt við sær.

Bókin byggir á grundarsteinarnar innan reminiscens, ið merkir, at hon eisini hóskar teimum væl, ið hava demens.

Í bókini er bæði sett pláss av til at skriva sína lívssøgu umframt at pláss er til at festa persónligar myndir í bókina. Haravtrat eru størstu hendingarnar frá 20. øld nevndar í bókini soleiðis at hesar kunnu skapa forvitnisligt prát saman við børnum ella barnabørnum.

Bókin er skrivað av Høgna Waag Høgnesen í samstarvi við fólk, ið arbeiða innan umsorganarøkið í Føroyum. Eisini hevur Alzheimersfelagið givið sítt íkast til bókina.

Bókin er sniðgivin við tekningum av føroyskum myndaevnum, ið Joan Waag Høgnesen hevur teknað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo