Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggj føroysk kórbók er nú at fáa í bókhandlunum. Hon hevur heitið 101 kórsangur.

Teir flestu sangirnir í bókini eru slíkir, sum í okkara tíð kunnu kallast føroyskir kór-evergreens. Tey, ið hava sungið í kóri farnu hálvu øldina, kenna flestu sangirnar og kunnu syngja teir uttanat, eitt nú á kórstevnum, á Tinghúsvøllinum og úti í Tinganesi á ólavsøku.

Av tí at hesir kórsatsir væl kunnu vera nýggjum kórsangarum ókunnugir, og tað tá er trupult at syngja við, kom hugskotið at geva út eitt kórsavn, so at hetta sangtilfar kann gerast kórsangarum sum heild ein felags ogn.

At kalla allir satsirnir hava staðið í nótaheftum frá kórstevnum og ólavsøkum og eru valdir eftir, hvussu oftani teir eru nýttir. Nakrir sangir eru útlendskir, teir flestu norðurlendskir.

Aftur at úrvalinum av kendum kórsatsum eru í bókini eisini nøkur kórløg, ætlað afturvendandi árligum høvum, eitt nú kirkjuligum høgtíðum og tjóðskaparligum høgtíðsdøgum.

Bókin er í lummastødd og tí høglig at hava hjá sær.

Zacharias Sørensen og Knút Olsen hava lagt savnið til rættis, forlagið nótar gevur út.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo