Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: “Eg vil eisini!” er smábarnabók, sum Guðrið H. Jacobsen hevur skrivað, og Henny Dánialsdóttir hevur myndprýtt. Fílurin vil duga at sveiggja í trøunum líka sum apan, og apan vil duga at gera springvatn líka sum fílurin. 1, 2, 3 – og nú!

Hetta er ein fitt og stuttlig søga við elskuligum myndum um at vilja duga tað, sum hini duga. Men vit eru øll ymisk, og duga øll okkurt serligt!

Guðrið er námsfrøðingur og fæst við handaligt virksemi á verkstaðnum Vón. Hon er úr Miðvági og býr í Havn. Søgan er íspunnin saman við hennara børnum. Henny er myndlistalærari á Nám X og ráðgevi á Námi. Í frítíðini fæst hon við nógv kreativt sum at mála, gera grafikk og glaslist. Hon er úr Oyndarfirði og býr í Havn.

Hetta er fyrsta bók hjá bæði rithøvundi og myndprýðara.

Bókin kemur í handlarnar 22. mars.

Útgávutiltak fyri børn:
Leygardagin 23. mars kl. 15 verður hugnaligt útgávutiltak fyri børn í nýumvældað barnabókasavninum í Havn.

Guðrið fer at lesa søguna, og Árni Jóhannesson úr Látiløtuni kemur at syngja og spæla nakrar barnasangir við børnunum.

Aftaná verður ein drekkamunnur og møguleiki at keypa bókina fyri serprís. Høvi verður at hitta rithøvundin og myndprýðaran.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo