Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Pro Vita: Fyri góðum mánaði síðan kom Altjóða Heilsustovnurin (WHO) út við nýggjum tilmælum um fosturtöku.

Í 210-síðu langa bóklinginum vóru tað serliga hesi tilmælini sum fangaðu eyga:

  1. At fosturtöka ikki skal vera eitt revsivert misbrot.

  2. At fosturtöka skal vera loyvd í allari viðgongutíðini undir öllum umstöðum - einasta kravið skal vera at mamman ynskir tað.

  3. At heilsustarvsfólk ikki kunnu nokta at taka lut í eini fosturtöku av samvitskuorsökum, um hetta á nakran hátt forðar eini kvinnu í at fáa fosturtöku.

WHO sigur, at um tilmælini ikki vera fylgd, so kann hetta hava “keðiligar fylgjur” sum t.d., at fleiri börn verða född, tí at færri fosturtökur verða framdar. Harafturat siga teir, at tað er púra trygt (fyri mammuna) at taka fostrið, líkamikið hvussu langt hon er komin í viðgongutíðini.

Í bóklinginum stendur, at tilmælini virða öll mannarættindi. T.d. verja tilmælini rættin til lív, tí tá ið vit ikki hava fría fosturtöku “kunnu vit noyða kvinnur at fáa sær ólógligar og vandamiklar fosturtökur” og seta lív teirra í vága.

Bóklingurin sigur seg eisini virða sáttmálan um rættindi hjá börnum (16.01.1992). Merkisvert er at fostrið ella barnið í móðurlívi ongantíð er nevnt í bóklinginum - tó er tað umtalað sum “vevnaður” minst einaferð.

Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá börnum stendur m.a.:

Grein 6
Luttakaralondini við
urkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið.

Grein 1
Í hesum sáttmála er eitt barn at skilja sum eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndigt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið.

Spurningurin er so, hvussu fylgir bóklingurin hesum sáttmálanum? Tað er týðiligt, at einasti mátin tilmælini frá WHO kunnu tulkast til at virða rættindi hjá börnum og rættin til lív, er um barnið í móðurlívi ikki verður roknað sum eitt barn ella sum eitt menniskja yvirhövur.

Men hvat er tað sum knappliga ger okkum til menniskju? Er tað ein ávísur aldur? Um so, hvör aldur?

Eitt barn fött í USA í viku 21 yvirlivdi við nógvari hjálp frá serfröðingum, men í t.d. Íslandi er frí fösturtöka til og við viku 22.

Liggur virðið okkara í, um vit eru ynskt ella óynskt? Hvat serligt hendir, tá ið vit verða född, sum ger, at vit hava rætt til lív, hóast mamma okkara ikki ynskir okkum longur?

Í 2021 metti WHO at 73 mió. fosturtökur verða framdar um árið. Teir meta, at tað eru 3 fosturtökur fyri hvörji 10 fostur, sum eru gitin í móðurlívi.

Í eini danskari kanning um fosturtöku frá 2003, har 1326 kvinnur vóru við, var vanligasta orsök til fösturtöku at tær “ikki hövdu ráð til eitt barn beint nú” ella at teirra “sosiala stöða var ov óstabil”. Hetta var eisini galdandi fyri amerikanskar kvinnur í eini kanning frá 2005.

Er tað ikki eitt sindur óvæntað at fíggjarligu umstöðurnar skulu vera vanligasta orsök til fosturtöku í einum vælferðarsamfelagi sum okkara? Vilja vit ikki heldur liva í einum samfelag har eingin fölir seg noydda at velja fosturtöku tí tær ikki síggja aðrar möguleikar?

Her í Föroyum hava vit hjálparfelagskapin Mammuhjálpina, sum arbeiðir við at loysa júst henda trupulleikan.

Mammuhjálpin kann m.a. veita praktiska hjálp, ráðgeving í almennum viðurskiftum og klæðir og útgerð til börn.

Endamálsorðingin hjá Mammuhjálpini er:

Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.

Börn okkara eru framtíðin og eru týdningarmesta tilfeingið eitt land hevur.

Tað er kanska ikki altíð at besta loysnin fyri barnið er besta loysnin fyri mammuna. Men tað er týdningarmikið, at vit hugsa um báðar partar, eisini tá ið tað er trupult. Fosturtöka er jú ikki einasti mátin at loysa trupulleikan hjá eini barnakonu, ið ikki hevur ráð ella umstöður til eitt barn.

Ynskir tú at vita meira um Pro Vita ella Mammuhjálpina ella stuðla virksemi okkara, ert tú vælkomin at vitja heimasíður okkara: provita.fo og mammuhjalpin.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo