Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í Føroyum eru fleiri sagnir um støð, har fólk í gomlum døgum kundu fáa grið, um tey vóru dømd fyri álvarsom brotsverk. Fleiri av hesum støðum hava nøvn, sum antin í fyrra ella seinna liði kunnu setast í samband við gamla trúgv. Í forkunnugari grein um hesi viðurskifti greiðir Jon S. Hansen frá trimum griðstøðum í Føroyum. Søgufrøðingar vita ikki um tílík støð í hinum norðurlondunum, men dømi eru úr Hetlandi, sum kunnu geva okkum nærri vitan um, hvussu griðskipanin í Føroyum virkaði.

Vit hava óbodnar gestir í føroysku náttúruni, ið ikki eru serliga góðir fyri vistfrøðiligu javnvágna. Ein av hesum óbodnu gestunum er flatmaðkurin. Hann týnir reyðmaðkin, ið hevur hildið gongd í vistskipanini. Tríggir næmingar á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna hava skrivað um útbreiðsluna av flatmaðkinum og staðfesta í greinini, nær flatmaðkurin kom til ymsu oyggjarnar, og hvørja ávirkan hann hevur havt.

Tað er almenn hugsan í Føroyum, at V.U. Hammershaimb prestur tilevnaði føroysku stavsetingina í 1846. Málgranskarin Seán D. Vrieland hevur gjørt rannsóknir í hesum sambandi. Eitt bræv, varðveitt á íslendska landsbókasavninum, avdúkar, at føroysk rættskriving ikki var til fyrr enn í 1847. Møguliga varð hon gjørd eftir bara tveimum vikum. Í hvussu er skal føðingarárið hjá føroysku rættstavingini broytast til 1847.

Drúgvi og trúfasti høvundurin hjá Frøði, Jens-Kjeld Jensen, hevur tvær greinar í hesum blaðnum. Tann fyrra er um tað fjórða slagið av ræplantum, sum nú er funnið. Hin greinin er um garðsnigilin. Høvuðsevnið er tað sama sum í greinini um flatmaðkin. Jens-Kjeld skrivar, at vit frætta alsamt um nýggj innslødd sløg av skordýrum, sniglum, plantum og øðrum, sum eru funnin í Føroyum. Hesi sløgini høvdu helst verið nógv færri, um Føroyar høvdu eina nútímans náttúruverndarlóg.

Tað gamla bóndasamfelagið lagaði seg til natúrligu og samfelagsligu umstøðurnar, ið vóru í Føroyum fyrst í 1800. Men henda skipanin var ikki før fyri at breyðføða fólkið í Føroyum, og tí var neyðugt at innflyta nógv korn. Rolf Guttesen skrivar, at innflutningurin av korni var størri, enn handilin metti vera neyðugt, og myndugleikarnir vildu tí hava føroyingar at velta meira korn. Ein niðurstøða hjá høvundinum er, at umstøður og orka vóru ikki í Føroyum at velta meira korn.

Støðugt fleiri upplýsingar koma undan kavi um atferðina hjá føroyskum sjósílum. Fiskaaling hevur seinastu fýra árini gjørt kanningar av hesum sílunum. Tað er ymiskt, nær tey fara á sjógv, men munurin á vøkstri á sílum, ið fara fyrr á sjógv, sammett við vøksturin á sílunum, ið eru longur í feskum vatni, er týðiligur. Eisini benda kanningarnar á, at sílini sjálv avlúsa seg í feskum vatni.

Tá ið klukkur verða nevndar, hugsa fólk flest um tær heldur stóru og skjótu svartaklukkurnar. Men ikki allar klukkur eru landdjór. Agnes-Katharina Kreiling og Leivur Janus Hansen skriva um vatnklukkuættir. Summar klukkur liva í hyljum, áum og øðrum vátum umhvørvi. Í minsta lagi seytjan sløg av vatnklukkum eru at finna í Føroyum, og í greinini gjøgnumganga tey í stuttum hesi sløgini við nýliga tilevnaðu føroysku nøvnum teirra.

Góðan lesihug og gott summar!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo