Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Volodymyr Zelenskyj forseti missir undirtøku í Ukraina, og fleiri og fleiri taka undir við verjuovastanum í landinum, vísir ein nýggj kanning.

Heili 84 prosent av teimum spurdu søgdu í desembur í fjør at tey høvdu álit á Zelenskyj, men nú eru tað bert 62 prosent, vísir ein kanning endurgivin í avísini The Kyiv Independent.

Tey sum siga seg ikki hava álit á forsetanum eru nú økt úr 5 prosentum til 18 prosent, vísir kanningin sum Kyiv International Institute of Sociology (KIIS) hevur gjørt.

Men verjuovastin í Ukraina, Valerij Zaluzjnyj, fær haraftur ímóti stuðul frá heili 88 prosentum av teimum spurdu, vísir kanningin sambært VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo