Havnar Framburðsfelag: Væl varð møtt, tá Havnar Framburðsfelag skipaði fyri aðalfundi á Grækarismessu fyrr í vikuni. Í ár var tað serliga kommunuvalið, ið fylti nógv á fundinum. Harumframt varð nýggj nevnd vald og skipað.
Tey, sum blivu vald í nevndina, eru: Malan á Dul Nielsen, Mona Breckmann, Laila Rólantsson, Rói Vestergaard, Grímur Sundstein, Rói Johannesen og Jan Vestergaard, sum er formaður.
Nevndin fer spent til verka og er longu í holt við at fyrireika komandi kommunuval. Fyrsti uppstillingarfundur verður fyrst í mai.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo