Menn verða forelskaðir ígjøgnum eyguni, kvinnur ígjøgnum oyruni
- Leo Tolstoy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur nýggja økta útgávu av Barnasálmabókini út. Í bókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum.

Ætlanin við bókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, og at teir kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum. Børnum dámar væl at syngja, og við bókini verður lagt upp til, at tey skulu sleppa at syngja við!

Myndprýðingarnar, sum danska Dina Gellert hevur gjørt, gera tað lættari og stuttligari hjá børnum at fylgja við í tekstunum, eisini hjá teimum børnum, sum enn ikki duga at lesa.

Teir 66 sálmarnir eru valdir í tøttum samstarvi við gudfrøðingar og fólk annars, sum hava áhuga fyri sálmaskaldskapi. Í hesari nýggju útgávuni hevur Bókadeildin fingið hjálp frá Jónsveini Bech, Theodor Olsen og Ingu Poulsen Dam.

Bókadeildin hevur lagt stóran dent á, at flestu sálmar, sum verða sungnir høgtíðsdagar og til annað høvi eru við í bókini. Syngjast kann úr bókini bæði í kirkju, skúla og heima við hús.

Bókin kom fyrstu ferð í 2011, og er síðani uppafturprentað fýra ferðir. Hetta er fyrsta økta útgávan, og hon inniheldur seks nýggjar sálmar. Sálmarnir, sum eru lagdir afturat, eru: Sov blítt og søtt, Eg gleðist so hvørt jólakvøld, Í krubbu barnið Jesus lá, Nú anga grøs og blómur milt, Fram vit bera teg í dag og Fylt av gleðini um lívsins undur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo