Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrsti stóri offensivurin hjá Russlandi í fleiri mánaðir er um at enda í eini katastrofu. Tætt við 6000 russiskir hermenn hava mist lívið í eina viku, sambært ukrainska herinum.

Snarálopið kom í lýsingini. Fleiri túsund russiskir hermenn, við stuðli frá fleiri hundrað stríðsvognum, flogførum og skotherdeildum herjaðu á í allar ættir.

Málið var at umringa og taka ein týdningarleysan ukrainskan bý seks kilometrar í landnyrðings-Donetsk.

Umfatandi offensivurin móti Avdijivka tók eftir øllum at døma ukrainsku verjuna á bóli.

Men nú eina viku seinni, so er álopið kortini endað sum ein nýggja katastrofa fyri invasjónsherin hjá Putin.

Sambært yrliti hjá ukrainsku verjuni hava helst einir 6000 russiskir hermenn latið lív - bara í eina viku. Yvir 140 stríðsvorgnar og 250 stormpansarvognar eru hartil oyðilagdir, skrivar norska TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo