40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. desember 2022 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri part av matr. nr. 139a og 1æf við Stórutjørn, Hoyvík.

Uppskotið snýr seg um at skipa økið til ítrótt. Ætlanin er, at serstaka byggisamtyktin seinni skal víðkast til at fevna um alt økið við Stórutjørn, og fer umframt ítrótt, eisini at fevna um bústaðar-, miðstaðar- og fríøki.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til nýggju serstøku byggisamtyktina fyri Stórutjørn, sært tú við at trýsta á leinkini niðanfyri. Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 23. desember 2022 til 10. februar 2023.

Kunngerð - nýggj serstøk byggisamtykt fyri ítróttarøkið við Stórutjørn
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri ítróttarøkið við Stórutjørn

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 10. februar 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo