“Leyp á Bláman Norðuratlantshavið lekir og skapar eydnu” er heiti á nýggjari bók, sum kom í bókahandlarnar í dag.
- Bókin er um gleðina nógv fólk fáa tá tey dyppa á sjónum. Í vár og summar hava vit sæð fleiri og fleiri dyppa á sjónum. Eg havi verið og vitjað í fleiri bygdum í Føroyum fyri at vita hvat dypparar fáa burturúr sjónum. Eisini lýsir bókin altjóða gransking innan økið, sigur Kitty May Ellefsen sum hevur skrivað bókina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo