Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Betri Trygging: Betri Trygging er fyrsta tryggingarfelag í Føroyum, ið bjóðar sær til at tryggja fyritøkur fyri álop á netinum.

Tænastan er sprottin úr øktum vanda fyri teldusníkum og virusum, nú vinnuliga virksemið í støðugt størri mun verður flutt yvir í talgilda heimin 

Tryggingin er ætlað vinnukundum og fyritøkum, sum mangan verða sera hart rakt, tá ið tey eru fyri álopi á netinum – antin tí at virksemið verður munandi skert ella tí tað steðgar heilt.

Støðugt fleiri fyritøkur fáa ikki virkað, um heimasíður og skipanir brádliga gerast óvirknar av einum álopi.

Skjót hjálp er avgerðandi - og fyri at veita hesa tænastuna, samstarvar Betri Trygging við stóra tryggingarfelagið, Chubb, ið hevur sergrein innan netálop.

Tryggingin fyri álop á netinum verður ein samlaður pakki við seks ymsum dekningum – eitt nú fevnir hon um ymsar endurgjaldsskyldur, um viðkvæmir persónsupplýsingar verða stolnir úr skipanini, og útreiðslur fyri at endurskapa dáta og fáa mista dáta aftur.

Hartil fáa fyritøkur, ið tekna trygging fyri álop á netinum, atgongd til altjóða átaksliðið av telduserfrøðingum, ið er til reiðar at hjálpa alt døgnið, allar dagar í árinum, um so er, at fyritøkan er fyri netálopi.

Tað er Vinnudeildin hjá Betri Trygging, ið umsitur hesa nýggju tænastuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo