Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nýggj UEFA A-venjaraútbúgving byrjar eftir ætlan í august - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggj UEFA A-venjaraútbúgving byrjar eftir ætlan í august - Mynd: Hans Erik Danielsen

Nýggj UEFA A-venjaraútbúgving byrjar eftir ætlan í august - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Endamálið við útbúgvingini er at menna framtíðar venjarar til toppfótbóltin, umframt at tey skulu verða fakfólkini í feløgunum komandi tíðina. Útbúgvingin er krevjandi, men vendir sær eisini serliga til teir venjararnar, ið longu eru virknir, ella sum hava ætlanir um at virka á høgum stigi, sigur Pætur Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya.

Um alt gongur eftir ætlan, verður farið undir eina nýggja UEFA A-venjaraútbúgving mikudagin 18. august. Útbúgvingin er umleið 300 tímar, og endar við próvtøku í oktober-november í 2022.

Luttakararnir fáa millum annað kunnleika um fysiska, taktiska og sálarfrøðiliga partin av fótbóltsspælinum, sum verður gjørt við ástøðiligari frálæru og praktiskum uppgávum og venjingum. Luttakararnir fáa eisini innlit í leiðslu og leiðsluhættir, menning av liðum og skipan av felagi.

– Útbúgvingin, sum byrjar í august, líkist rættuliga nógv útbúgvingargongdini frá seinastu UEFA A-venjaraútbúgving. Men onkrar tillagingar eru gjørdar. Fótbólturin flytur seg alla tíðina, og umráðandi er, at A-útbúgvingin altíð er so dagførd sum gjørligt.

– Vit meta, at nýggja A-venjaraútbúgvingin er sera spennandi og luttakararnir kunnu síggja fram til eitt krevjandi, men samstundis mennandi og gevandi tíðarskeið, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Nærri kunning við millum annað vegleiðandi skrá og tilmelding sæst HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo