Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fleiri uppskot hava áður verið og onnur fara at koma. Nýliga samtykta “grøna” uppskotið er tvinnað saman við hissini, nútíðar slagorði, nakað “poppað” upp, og kann fáa eina avmarkaða tilveru, sum onnur herróp, ið vit fyrr hava kent.

Eysturbýur høvuðsstaðarins er bygdur yvir tveir helluryggir, sum stevna í ein útnyrðing frá Skansanum og Tinganesi og niðan á Háls. Henda sannroynd hevur gjøgnum árini elvt til munandi avbjóðingar fyri alla tvørgangandi ferðslu millum eystur- og vesturbýin umframt havnarløgini bæði.

Høvuðsferðsluleiðin lá fyrr fram til 1960’ini um “Glade hjørn”, henni til hjálpar kom nøkur ár seinni gjøgnumbrotið við Bøkjarabrekku, og síðani kom tann fjari Ringvegurin í 1980’unum.

Byrjanin til býarskipanina
Við býarskipanarlógini frá 1954 var álagt Tórshavnar kommuna at fáa til vegar eina býarskipan samtykta, innan 3 ár vóru liðin (gr. 1, stk. 2). Men heili 20 ár gingu, áðrenn hetta kom í stropa.

Landsvegalógin kom í 1972 – og um sama leitið fingu 11 kommunur kring landið uppskot til býarskipanir, eitt átak ið varð fyriskipað av Landsverkfrøðinginum - táverandi væl virkandi og virda stovni landsins.

Talan er jú um eitt fjallaland, har týdningarmesti parturin í eini býarskipan vitiliga – og í undirstøðukervi landsins við – eru VEGIRNIR.

Vegir  
Vegir eru av fyrstan tíð framdir við handamakt og snúgva seg - heilt einfalt - um FRAMKOMILIGHEIT - úr einum staði í annað. Og hetta gerst best við at halda seg til galdandi vega-normar - um neyðuga, hóskandi vegbreidd, trygd og snið í lendinum.

Og - sum eigur at verða endurtikið – at vegirnir eru ikki bara BEINAGRINDIN, men eisini BLÓÐRENSLIÐ í øllum undirstøðukervinum millum vinnuøkir, bygningar, havnarløg, heilsudeplar, býir og býlingar.

Eftir hetta ber til á plantekning at skipa hús, bygningar, torg og grønar runnar fram við vegunum, og tað er ikki so torført at avrika fyri tann, sum hevur roynt hetta. 

Í hesum nýggja uppskoti býráðsins tykjast vegirnir ikki at vera settir fram í skutin.

Eldri royndir
Gunnar Hoydal var virkin býararkitektur í 25 ár við góðum gávum í bundnum og óbundnum máli, honum er ikki minst fyri at takka, at gamli sjálvgrógvni býarparturin á Tinganesi enn er varðveittur býnum og borgarunum til gagns í hóskandi líki og standi.

Gunnar mælti frá, at bygt bleiv ov høgt fram við høvuðsgøtur býarins – hetta við ljósi, skugga og gjóstri í huga – og so heldur lækka verandi bygging, har til ber, tí tær tráu ættirnar - landsynningurin og útsynningurin - verða, sum tær altíð hava verið.

Og hesar slavnu ættirnar lata seg ikki práta burtur av føgrum orðum frá ráðgevarum og politikarum.

Aðrar royndir
Flestu býir og bygdarløg kring landið hava ein skilmarkaðan høvuðsveg. Og tað er alneyðugt, sum mataráin fyrr var fyri føroysku bygdarløgini.

Hetta hugtak meta summir ráðgevarar ikki hava nakran týdning. Hesir, sum kappast um at ota øll hús og bygningar so tætt inn at vega-likaminum. Og síðani kransað vegin við “Bábilstornum” upp til einar seks hæddir. Hetta sum jú er so burturvið!!

Hesir vilja við hesum skapa tey sonevndu “úti-rúmini”, sum um at talan var um heitari lond fyri sunnan í fjálgum, friðarligum umhvørvi, og ikki geva sær far um, at málsøkið er eitt svalligt fjallaland við harðbalnum oyggja-veðurlagi.

Og hví skal so nógv broytast - og hetta ofta av veldigum útlendskum ráðgevara-fyritøkum – sum minnir eina mest um at skjóta ”spurvar við kanónum”?

Havnin er jú ein tann minsti høvuðsstaðurin í einum av heimsins minstu londum. Og Havnin er mestsum sjálvgrógvin við síni egnu sjarmu og við okkara egna byggihátti og litgleði, sum tú eitt nú ikki finnur millum okkara næstu grannar/vinir í Hetlandi og Orknoyggjunum.

Glasir
Frá løgtingsins røðarapalli varð ramliga hildið: “At fólk fóru at valfarta higar til lands fyri at fagna Glasir vegna glæsiliga útsjónd, og sum gyllini læru- og dugnadepil í verki við”.

Hetta var so sannførandi vónað og kunngjørt frá okkara høga tingpalli.

Hetta undurverk var jú teknað av sjálvum “Mr. Big, himself” - honum sum vanliga, hóskandi kappast millum teir mætastu í heimsins gigantisku metropolum.

Jú, valfartanin kom - men ikki sum væntað - tí valfartað bleiv støðugt - og tað beint á kroppin á løgtinginum – jú, eftir fleiri hundraðtals milliónum krónum afturat – út yvir mettan kostnað!

Verkætlanin varð mett til umleið kr. 500.000. Men hon kom (við munandi “sparingum”) nærri at milliardini í dagsins krónum, táið leikur leyk. Um endaligt lok enn er nátt? Og riggar alt nú nóg væl?

Vert er her at spyrja: “Hvussu nógvar skúlar kundu vit ikki fingið fyri hesa milliardina - um bygt varð í samsvari við okkara heimliga veðurlag, virksemi og umhvørvi - av okkara egnu evnaligu ráðgevarum?”.

Havnaráin “light”
Ein kunstig “á” verður nú fyri millióna-upphædd betongløgd í miðbýnum í løtuni, og sum vekur til fleiri spurningar - eitt nú hetta - hvat halda fólk? Eru borgarar býarins eftirspurdir? Hvør rindar?

Og sagt verður konstaterandi frá býráðnum, at “áin” verður fullførd til ólavsøku í ár.

Á ólavsøku! Hetta renslið, sum tekur fleiri hundrað fermetrar burturav Vaglinum, har ið Føroya fólk og fremmand tyrpast á tjóðarhátíð tjóðarinnar til setanina og til at njóta fjølmenta sangkórið og kantatuna. Og til væl umtóktu aðalsangløtuna um midnáttar-leitið!

Og mikil “grøn” orka skal støðugt pumpa allan tann hallandi vatnstreymin niðan aftur - upp í saman - ár um ár...

Ein kann her bara varliga spyrja um, hvat ið “V4-skaldið” Suni F. Jacobsen her vildi yrkt, ella afturlítandi hugsað, hvat ið meginskemtarin Óli P. hevði fingið burtur úr hesi komandi ólavsøkuni:

“Føgur fljóð í búna (stutt skjúrt í gulum gummistivlum), menn í klovstivlum og har ið okkara hárfagri ungdómur og hestaflotin kann koma marsjerandi oman eftir ella framvið ella ígjøgnum henda komiska “áarløkin”?

Ráðgevarar og politikarar
Hetta er ikki skrivað fyri at meinkast inn á ella minka um virðingina fyri okkara fólkavaldu ella ráðgevarum teirra, sum so, tí báðir partar eru vitiliga undir lógligari skipan og góðir í tørvi.

Men spurningurin er heldur - hevur nøkur seriøs viðgerð verið í samgonguni, og eru atfinningar komnar frá andstøðuni? – Áðrenn hetta planuppskotið varð borið út í dagin?

Tí ein veit av royndum, at nærgangandi, kritiskir spurningar eru alneyðugir her og skulu tí í tøkum tíma setast til løntar ráðgevarar. Teim tørvar tað, siga teir sjálvir!

Og eru nakrir kritiskir samfelagsfrøðingar og journalistar til longur? Nú ið fleiri blaðmannasprotar heldur hava valt at bregða brandin fjálgan í háttvirðiliga løgtingi várum.  

Ja, er nakrar talentur eftir til seriøsan debatt um politisk og samfelagslig viðurskifti við polemiskum snerti?

Hvussu var og er?
Flestu – av fólki vitjaðu støðini - stovnar, høli og samkomur í miðbýnum høvdu fyrr ongi parkaringspláss at vísa á - so sum løgtingið, telefonstøðin, sparikassin, býráðið, missiónshúsið og Ebenezer o.s.fr.

Ebenezer fór tó í tørvi  – sum tað einasta av teim nevndu støðunum – og keypti sær frá privatum eitt hampiliga stórt økið norðan fyri salin til parkeringspláss, sum nú rúmar umleið 25 – 30 pláss, og sum fyrst varð brúkt av Landsverkfrøðinginum og nú av løgtingslimunum, sum kunnu nýta plássini um dagin, og sum eru til gangs fyri samkomuna eftir vanliga arbeiðstíð við.

Tí tú undrast
Har á tí fram lagda “grøna” uppskotinum er teknað eitt rað av samanbygdum íbúðarhúsum fram við Bøkjarabrekku og inn yvir nevnda parkeringspláss - og inni á plássinum síggjast har bara nøkur fá parkeringspláss - meðan fleiri (ja, rætt hevur tú, mín tolni lesari) grønir runnar eru teknaðir har ístaðin!

Jú men, ber tað til - at gera og góðtaka hetta ætlaða inntriv í framtíðar skipan - uttan at heimild ella fylgjur av hesum yvirhøvur verða umrøddar við eigara ella brúkara?

Vituliga skal mark ikki setast fyri hugaflogi ráðgevarans. Men at hvørki fyrisiting ella býráðslimir hava ønt eitt orð um hetta fyri teim avvarðandi - er tað gott nokk?

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo