Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur sett nýggja nevnd í Demokratia.

Í nevndini sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina.

Nevndin fyri Demokratia verður vald fyri valskeiðið, Løgtingið situr, og skipar seg sjálv við forkvinnu ella formanni.

Í nýggju nevndini hjá Demokratia eru hesi umboð:

  Umboð Varaumboð
Fyri Fólkaflokkin: Jóhan Eli Poulsen, Hvalba Lillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík
Fyri Sambandsflokkin: Rasmus Son Mørkøre, Hoyvík Maud Poulsen, Vestmanna
Fyri Javnaðarflokkin: Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur Ólavur Larsen, Fuglafjørður
Fyri Tjóðveldi: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur Rani Nolsøe, Klaksvík
Fyri Framsókn: Hilbert í Grógv, Toftir Birita Arge, Hoyvík
Fyri Miðflokkin: Rósa Gaardlykke Tyril, Norðragøta Dánjal av Rana, Hoyvík
Fyri Kvinnusamskipan Føroya: Elisa Vang, Tórshavn Marna Jacobsen, Sørvágur
Fyri Kommunufelagið: Bjørg á Rógvi, Vestmanna Jóannes Lisberg, Famjin
Fyri Javnstøðunevndina: Niels Uni Dam, Tórshavn Mary Antonsdóttir, Hoyvík

Nevndin hittist fyrstu ferð og skipar seg týsdagin í komandi viku. Brandur Mortensen Nolsøe er skrivari og samskipari hjá Demokratia, sum hevur skrivstovu saman við Javnstøðunevndini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo