Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgmálaráðið: Nýggju reglurnar lata upp fyri, at føroyingar, sum eru dømdir fongsulsrevsing, ið er 6 mánaðir ella styttri, ístaðin kunnu fáa loyvi til at sita revsingina við elektroniskum fótfjøtri.

Viðkomandi kann tá sita revsingina heima við hús, men kann eisini ferðast aftur og fram til arbeiðis ella til undirvísing. Persónar við elektroniskum fótfjøtri eru undir støðugum eftirliti av Kriminalforsorgini.

Skipanin við fótfjøtri fer at gera tað lættari hjá tí dømda at varðveita tilknýtið til familjuna, meðan dómurin verður sitin. Á sama hátt verður tað lættari at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin og møguligar útbúgvingarskipanir.

Kriminalforsorgin hevur mett, at tað væntandi verða uml. 19 persónar árliga, sum fara at fáa loyvi til at sita dómin við fótfjøtri.

Við nýggju reglunum verður tað eisini møguligt hjá persónum, sum eru dømdir fongsulsrevsing, ið er longri enn 6 mánaðir, at sita seinastu 8 mánaðirnar av dóminum við fótfjøtri. Hetta verður nevnt útivist. Hugsanin er, at hetta kann gera tað lættari hjá tí dømda at koma út aftur í samfelagið, tá dómurin er endaliga sitin.

Kriminalforsorgin skal altíð meta ítøkiliga um, um tann dømdi egnar seg til at sita dómin við fótfjøtri ella part av dóminum sum útvist.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo