Nú er samfelagið so vorðið, at pizzan kemur til dyrnar áðrenn løgreglan
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Byrja heystið við hesum seks bókum, sum Bókadeildin letur úr hondum í september! Talan er um stuttligar og spennandi ungdómsbøkur, óhugnaligar barnabøkur, eina teljibók til tey smáu, eina vakra djórabók og ikki minst – eina skrímslabók afturat hjá Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur! Les meira um bøkurnar niðanfyri.

Tel við Mimbo Jimbo
Mimbo Jimbo dugir at telja. Hann telur líka upp í tíggju. Tú kanst læra tølini saman við Mimbo Jimbo og øllum vinum hansara.

Jakob Martin Strid skrivaði og myndprýddi, og Niels Jákup Thomsen týddi úr donskum. Bókin er ein pappbók, 12 síður og til tey, sum eru umleið 0-1 ár.

Skrímslaleikur
Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl putlast við okkurt í loyndum. Tá Loðskrímslið er boðið til sjónleik, finnur tað ikki vinir sínar! Hvørji skrímsl munnu vera farin á pall? Skrímslaleikur er tíggjunda bókin um skrímslini. Bøkurnar eru týddar til fleiri mál.

Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir skrivaðu, og Áslaug Jónsdóttir myndprýddi. Bókin er innbundin, 32 síður og til tey, sum eru umleið 2-4 ár.

Djórametbókin
Náttúran er full av fantastiskum djórum, sum eru serfrøðingar í teimum løgnastu tingunum. Í bókini kanst tú lesa um fiskin, sum dugir at spáa um veðrið, froskin, sum luktar jarðnøtasmør, og ormin, sum er longri enn ein bláhvalur! Hetta er bókin til tín, sum vilt vita alt um tey ótrúligastu djórini á jørðini. 

Katharina Vestre skrivaði, og Linnea Vestre myndprýddi. Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard týddu úr norskum. Bókin er innbundin, 85 síður og til tey, sum eru umleið 5-7 ár.

Andskræmiliga søgan um Lítla Hann
Onkuntíð er gott at vera bangin … Hetta er søgan um Lítla Hann. Hann fer at vitja hjá verðins besta abba, men tá hann kemur har, er onki, sum tað plagar. Urtagarðurin er tilgrógvin, abbin liggur sjúkur í songini, og húsið er fult av myrkum skuggum. Haraftrat stendur hurðin á klædnaskápinum opin – klædnaskápið, har ræðulig spøkilsi eru … Hetta er ein rættiliga óhugnalig søga um ræðslu, vandar og ræðandi skrímsl. Men hon er eisini um longsul, kærleika og dirvi. Og so fært tú at vita, hvussu tú klárar óhugnalig spøkilsi.

Lena Ollmark skrivaði, Per Gustavsson myndprýddi, og Ása H. Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 140 síður og til tey, sum eru umleið 8-10 ár.

Rustaði heimurin I – Flýggjanin úr Danmark
TEY FÝRA SYSTKINI – Píl, Petur, Bowie og Ramona skulu ferðast hjá abbanum í Svøríki. Men á ferðini úr heiminum í Grønlandi detta tey niður í Danmark, sum er eitt ovurstórt ruskpláss við ruski og oyðiløgdum robottum. Børnini fáa brúk fyri øllum sínum uppfinnsemi og viljastyrki fyri at finna abba sín, tí tey hitta bæði vinir og fíggindar á vegnum. Tað verður eitt garvilt ævintýr.

Adam O. skrivaði, og Tórarinn á Rípuni Niclasen týddi úr donskum. Bókin er heft, 162 síður og til tey, sum eru umleið 11-13 ár.

Tey gávaðu, tey evnaríku og eg
Fimtan ára gamli Sam er eingin víðagitin vloggari, hann er ongantíð farin viralt, og hann hevur ongan hug at gerast Tað Næsta Stóra. Satt at siga er hann púra vanligur og errin av tí. Og tað var ikki nakar trupulleiki fyrr enn babba gjørdist ríkur, og mamma fekk alt húskið at flyta til London. Nú gongur Sam á Norðurlondonska Akademiinum fyri tey Gávaðu og Evnaríku har øll eru upptikin av at leggja Hollywood-ætlanir ella av at stovna alt-metal-sinnisrúmkandi tónleikabólkar. Sam veit, at hann fer ongantíð at hoyra til, sjálvt um hann hevði viljað tað. Og tað er áðrenn hann endar uppi á pallinum í ongum øðrum enn einari ullintari sparkidrakt ...

 William Sutcliffe skrivaði, og Bergur Rasmussen týddi úr enskum. Bókin er heft, 296 síður og til tey, sum eru umleið 14 ár og eldri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo