Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

FNU: Seinnu árini hava vit í FNU nakrar ferðir fingið prei um, at felags nýggjársbálini hjá kommunum gerast undanførsla hjá virkjum at sleppa sær av við burturkast. Slíkt burturkast, sum tey kanska annars skuldu goldið fyri at sloppið av við, ella sum er óhøgligt at sleppa av við á lógligan hátt.

Er hetta rætt, taka vit fyri givið, at kommunurnar eru á varðhaldi og ansa eftir, at slíkt ikki hendir, og at bert tilfar, ið er hóskandi til nýggjársbálið sleppur í bálið. Lat hetta vera okkara áheitan á virkir og kommunur á nýggjárinum.

Loyvt er einans at brenna reinan, óviðgjørdan og turran við á nýggjárbálinum. Annars kann vandi vera á ferð. 

Verður annað koyrt í bálið, sum t.d. viðgjørdur viður ella tangar við restum av evnafrøðiligum lúti, kann tað í ringasta føri skaða heilsuna hjá fólki og hava skaðilig árin á umhvørvið.

At brenna nýggjárbál krevur góðkenning frá heimstaðarkommununi. Vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um nýggjárbál sæst at lesa her.

Gott nýggjár frá FNU!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo