40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Í dag almannakunngera vit ein nýggjan ABC film, sum Fólkaheilsuráðið hevur gjørt í sambandi við ABC vikuna í ár. Hettar er fyrstu ferð, at ein filmur hjá ABC fyri sálarliga heilsu beinleiðis viðgerð, hvussu ABC virksemi kann hava jaliga ávirkan á sálarligu heilsuna, tá tú hevur sálarligar avbjóðingar og ert tilflytari í Føroyum.

Filmsbrotið snýr seg um Verónicu, ið er úr Argentina, og sum hevur búð í Føroyum seinastu árini. Hon íðkar Jiu-Jitsu í ítróttarfelagnum “Tórshavn Brazillian Jiu-Jitsu”. Í filminum greiðir hon frá, hvørja ávirkan Jiu-Jitsu hevur á hennara sálarligu avbjóðingar, og hvønn týdning, tað hevur at vera partur av slíkum felagsskapi, tá tú ert tilflytari í Føroyum.

Eins og í fleiri øðrum av filmunum hjá ABC fyri sálarliga heilsu, leggur filmurin dent á, hvussu stóran týdning tað hevur at fáast við virksemi, sum gevur meining fyri ein og at gerast partur av einum felagsskapi, har tú hevur kensluna av at hoyra til. Sum Verónica tekur til: “Eg havi fingið mína familju ígjøgnum Jiu-Jitsu” og tað er júst hesa kensluna, sum Fólkaheilsuráðið vónar, at fleiri borgarar í Føroyum kunnu fáa, við at fáast við virksemi og gerast partur av felagsskapum í Føroyum, sum hava eina jaliga ávirkan á ein. Jiu-Jitsu er bert eitt dømi um, hvussu tað ber til at fylgja ABC boðskapunum um at vera virkin, saman og hugbundin. Hesa vikuna hava hópin av ítóttarfelagsskapum og frítíðartilboðum opið hús í sambandi við ABC vikuna, og tí ber til at forvitnast um okkurt er á skránni, sum er júst nakað fyri teg her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo