40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tórshavnar kommuna skal vera ein demensvinarlig kommuna, tað settu vit okkum fyri, tá vit tóku við 1. jan. 2017.

Líka frá einum tíðliga innsatsi, til umlætting, til búpláss og til ráðgeving til tann sjúkurakta og teirra avvarðandi, tí demensumsorganin er so sera umráðandi.

Ráðgevingin og kunningin til avvarðandi er týdningarmikil, tí aloftast er tað sera trupult at standa við øllum avbjóðingum, spurningum v.m. tá sjúkan rakar. 

Í demensálitinum frá 2015, “Eitt demensvinarligt samfelag”, verður eisini lagdur dentur á týdningin av at samskipa demensumsorganina í samspæli millum tey við demensi, teirra avvarðandi, sjálvboðin og myndugleikar, soleiðis at vit megna at lofta stóru avbjóðingunum við demens í framtíðini.

Gongdin í vesturheiminum er tann, at alsamt fleiri gerast dement. Mett verður, at vøksturin av fólkum við demensi verður tvífalt so stórur um 25 ár.

Við hesum í huga varð farið undir at byggja nýggjan demensdepil. 

Talan er um nýggja depilin, sum verður bygdur á Tjarnargarði í Havn. Her verður rúm fyri umlætting, dagtilhaldi, kvøldtilhaldi umframt 7 búplássum til eldri dement.

Harumframt fer at verða veitt ráðgeving bæði til tann sjúkurakta og teirra avvarðandi.

Endamálið er at savna tilboð til okkara borgarar við demensi, at hesir borgarar kunnu hava eitt stað, sum kennist trygt, óansæð um tey skulu til at vitja eitt dagtilhald, tilhald um kvøldið, vera til umætting ella við tíðini flyta inn.

Tað verður eisini ráðgeving til heimabúgvandi borgarar og teirra avvarðandi við demensi, sum verður knýtt at deplinum.

Demensdepilin verður liðugur um ársskiftið, og vísir tað seg, at royndirnar við hesum slagi av demensinnsatsi riggar, verður hildið áfram at byggja enn fleiri deplar av slíkum slag.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og valevni til kommunuvalið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo