Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Granskingarráðið: Ársins fyrsta útgáva av Nysgjerrigper verður send skúlunum í hesum døgum.

Fyrsta blaðið varð sent út í Føroyum í mars 2009. Tað eru sostatt 10 ár síðani, at Granskingarráðið í samstarvi við Norges Forskningsråd fór undir at senda øllum føroyskum skúlum Nysgjerrigper-blaðið. Tað eru 4 útgávur árliga.

Í fyrstu útgávuni í 2019 eru greinar um alt møguligt, millum annað um heimsins elstu tekning, sum er mett at vera umleið 100.000 ára gomul. Ein grein er um matvanar, um tað er sunnari at eta pasta enn rís og at eta nógv slikk eina ferð um vikuna, heldur enn eitt sindur hvønn dag. Ein onnur er um, hví summi ting lukta so illa. Høvuðsevnið hesaferð er veðurlag, og mett verður um, hvussu veðrið fer at vera í 2050.

Sum vant eru eisini plakatir, uppskriftir til ymsar royndir, krossorð og annað í blaðnum.

Tað er Norges Forskningsråd, sum gevur Nysgjerrigper út. Granskingarráðið fær blaðið ókeypis og sendir tað til allar fólkaskúlar í Føroyum, har tað flestu staðni er at finna á bókasavninum. Blaðið verður eisini sent bý- og bygdabókasøvnum og øðrum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo