Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er svenska fyritøkan Northvolt (myndin) sum mennir nýggju battaríini, og tey fara at vera "eitt stórt gjøgnumbrot" sum samskiftisstjórin í fyritøkuni, Anders Thor, málber seg í Dagens Nyheter.

Litium, nikkel og kobolt eru vanligar rávørur í at kalla øllum battaríum. Men hesi evnini eru øll trupul at fáa fatur á, og tí hevur verið roynt í nógv ár at gera dygdargóð battarí úr øðrum evnum.

Nýggju battaríini brúka eitt nú kol ístaðin fyri grafit og eitt salt sum ger, at neyðugt er ikki við litium, nikkel, mangan og kobolt.

Battaríið er enn ikki líka tætt sum eitt litium-ion battarí, men tað megnar tó 160 wattímar. 

Battaríini verða roynd av álvara longu næsta ár, og fyritøkan væntar, at hon fer at framleiða battaríini áðrenn hetta áratíggju er liðugt. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo