Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Havstovan: Havstovan hevur í summar merkt springarar í trimum umførum; fimm springarar í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar á Leynasandi 27. august, og tveir springarar í Norðragøtu 30. august. Havstovan takkar øllum, ið á ein og annan hátt hava hjálpt til við merkingunum.

Frá fyrstu merkingini sendir ein springari enn, og hevur hann sostatt sent beint yvir 100 dagar. Hesin springarin fór fyrst norðurum, og haðani eystur í Hetlandsrennuna, har hann hevur verið síðan, í økinum millum Bankaryggin og Fugloyarbanka, kortini mestu tíðina í eystaru hellingini. Hinir springararnir hildu einsæris í ein landsynning, haðani ein fór vesturum, har hann var verðandi, meðan hinir hildu leiðina í Hetlandsrennuna, har sambandið slitnaði.

Teir báðir springararnir frá merkingini í Leynum fóru eisini sundur. Teir ferðaðust fyrst báðir suður móti Bankarennuni, haðani tann eini fór beina kós móti Íslandi, meðan hin fór leiðina norður ígjøgnum Hetlandsrennuna. Hesin springarin, ið sendir enn, hevur síðan ferðast á djúpum vatni sunnarliga í Norskahavinum.

Springararnir frá merkingini í Norðragøtu hava eisini víst ymisk ferðingarmynstur. Eini springarin ferðaðist við lítlari ferð norður í hellingina, og síðan aftur á Fugloyarbanka, har sendarin sløknaði, meðan hin rættiliga miðvíst hevur ferðast alla leiðina vestur móti Eysturgrønlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo