Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Seinastu vikuna hava vit gjørt yvirlitstrolingar við Jákup Sverra á Føroyabanka. Har er ikki bara fiskur í sjónum, men eisini heilt nógv av sjófugli at síggja. M.a. stórskrápar, gráskrápar, vanligir skrápar, atlantiskan urðarskráp, lundapisur og mangt annað. Hetta vísir, at Føroyabanki hevur eitt avbera ríkt náttúrumargfeldni.

Fríddjadagin var ein sera sjáldsamur fuglur skrásettur, tá hann legði leiðina fram við Jákup Sverra. Talan er um ein Desertasmarjall (Pterodroma deserta) – á enskum Desertas petrel. Eisini mánadagin legði ein Desertasmarjallur leiðina framvið - tað er tó ikki greitt um talan er um sama fugl ella tveir ymiskar fuglar.

Fýra sløg av marjallum líkjast avbera nógv. Skurvutur marjallur (Pterodroma mollis) var áður roknað sum eitt slag, men m.a. DNA-kanningar hava víst, at talan er um fýra ymisk sløg. Skurvutur marjallur eigur á sunnaru jarðarhálvu, Madeiramarjallur eigur við Madeira, Kap Verdemarjallur eigur við Kap Verde og Desertasmarjallur eigur á oynni Bugio nærhendis Desertas út frá Madeira.

Sløgini eru sera trupul at greina við vissu, men eg var so heppin at fáa so frægar myndir, at serfrøðingurin Robert Flood hevur staðfest, at talan er um ein Desertasmarjall. Áhugavert er, at stovnsmetingin sigur, at bert millum 140 og 260 pør av Desertasmarjalli eru til í heiminum – og tey eiga øll á oynni Bugio. Hetta er sostatt helst sjáldsamasta fuglaslagið, sum hevur verið í Føroyum í nýggjari tíð.

Í 2009 var er marjallur sæddur við Lítla Dímun, men slagið kundi ikki staðfestast. Fuglurin á Føroyabanka er sostatt fyrsta skráseting av Desertasmarjalli í Føroyum.

Silas Olofson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo