Sjáldan stýra kenslur eftir kumpass
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Stórar avbjóðingar hava verið við graslíkinum á Hoyvíksvølli. Í 2020 bleiv staðfest, at vøllurin losar sera illa og hevur hetta serliga tvær fylgjur. Tann eina er, at tað flýtur við leysum kunstgrasi kring allan vøllin, og hevur hetta umhvørvisligar fylgir.

Fyri tað næsta hevur vøllurin losað somikið illa, at tað eru fleiri støð, har onki graslíki er, og gongur hetta út yvir kvalitetin og trygdina hjá teimum, ið brúka vøllin. Í fjørheyst samtykti býráðið at seta kr. 5 mió. kr av til vøllin í Hoyvík.

Í 2022 skifti kommunan graslíkið inni í Vika. Í hesum førinum er talan um ein umhvørvisvinarligan vøll við korkfyllu, ið er góðkendur av FSF til Betri-deildina.

Royndirnar higartil hava verið góðar, leikararnir dáma væl vøllin, og sjálvt korkið hevur háttað sær væl, bæði tá tað kemur til vind, regn og frost. Hetta er sama slag graslíki, sum er í Norðragøtu, og har hava tey havt góðar royndir við vøllinum síðani 2021.

Sostatt kann út frá 1-2 ára royndum staðfestast, at hesin graslíkisvøllurin við korkfyllu higartil er ein góð loysn.

Kommunan hevur fingið eitt tilboð uppá graslíkistveiting av sama slagi sum inni í Vika. Býráðið skal í dag taka støðu til, um takast skal av tilboðnum, sum bæði mentamálanevndin og fíggjarnevndin taka undir við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo