Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Bókasavnið í nýggja skúlanum á Skúlatrøð er í miðdeplinum í skúlanum. Áðrenn nýggi skúlin á Skúlatrøð var tikin í nýtslu í fjør, brúktu næmingarnir fólkabókasavnið, sum er nakrar hundrað metrar frá skúlanum. At hava fingið bókasavn í skúlan fegnast øll um.

- Av tí, at tað er nýtt hjá okkum at hava bókasavn í skúlanum, so vit byggja upp eina mentan og nakrar siðvenjur. At menna hugburðin, at bókasavnið og lesing eru týdningarmikil liggur á okkum, sum arbeiða á bókasavninum at gera meiri við. Vit hava ætlanir um at gera bókasavnið sjónligari, at fara út í flokkarnar og at gera ymisk tiltøk á bókasavninum, sum skulu fáa bæði lærarar og næmingar at koma oftari. Tað er umráðandi førleiki at læra børnini at vera á einum bókasavni, hvussu atburðurin eigur at vera tá, hvussu tú leitar eftir tilfari og so framvegis.

At lærarin og bókavørðurin eru nærverandi á bókasavninum og spyrja inn til áhugan hjá barninum hevur stóran týdning, heldur Jónfríð Foldbo.

- Tað hevur so stóran týdning at vísa áhuga fyri tí, sum børnini lesa; at vit lærarar, bókavørðir og foreldur vísa veruligan áhuga fyri tí, sum børnini lesa, biðja tey siga frá tí, tey lesa, hvat hendir í tekstinum og myndunum, soleiðis at lesingin verður ein samrøða.

Hyggja vit inn á heimasíðuna hjá skúlanum á Skúlatrøð undir bókasavnið síggja vit hópin av forkunnugum og spennandi tiltøkum.

- Vit taka ávís evni upp á bókasavninum, til dømis skaldskap á mannamunni, holocaust og árstíðum. Tá ið norðurlendsku bókmentadagarnir eru, bjóða vit ávísum árgangum á bókasavnið, og tað plagar at eydnast so væl. Sum heild taka bæði næmingar og lærarar sera væl undir við tiltøkunum, sum vit skipa fyri.

Karmarnir eru sera góðir, og eftir er at fáa alt upp á pláss.

- Bøkurnar skulu vera lættar at finna á bókasavninum á Skúlatrøð. Tær eru sjónligar og fáa gott pláss.

Les samrøðu við Jónfríð Foldbo í Skúlablað nr 5, 2021.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo