40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Háskúlin í Nesvík: Nú kanst tú fáa meira at vita og tilmelda teg ungdómsskeiðið, ið byrjar í august 2023. Hetta verður tað fyrsta ungdómsskeiði og vit síggja fram til eitt orduliga spennandi skeið, har vit leggja dent á góðan felagsskap og á, at tann einstaki kemur at trívast og mennast.

Skeiðið varðar 18 vikur og endar áðrenn jól og næmingarnir fáa undirvísing sum vit kenna tað frá øðrum skúlum, men so nógv meira enn tað. Bæði við túrum runt í Føroyum og møguleika at fara uttanlandsferð. Eisini gera vit tænandi virksemi ymsastaðni í Føroyum, so at næmingar á ymsan hátt koma at búnast á skeiðnum. Næmingarnir búgva í nýggjum kømrum við egnum baðirúmi og góðum og ljósum felagsøki. Harumframt er ítróttarhøll og góð undirvísingarhøli. Rundanum Nesvík hava vit nakrar av vakrastu náttúruperlum í landinum.

Undirvísing verður í bíbilskum evnum, trúarlívi og samleika, miðling, føroyskari mentan, søgu og mál. Harafturat kemur ítróttur, tónleikur, list, ítriv og útitænasta. Og sum húsfólk hava næmingar ábyrgd av tí húsliga sum at rudda, vaska og gera mat o.a., sum hoyrir einum háskúla til.

Ung fólk eru sera virkin og tí ynskja vit eisini at geva tær møguleika at koma á háskúla, hóast tú møguliga hevur fastar uppgávur. Møguliga tú arbeiðir, íðkar ítrótt ella annað. Avtalur kunna gerast við skúlaleiðaran um serlig atlit. Vit taka støði í einstaklinginum og fáa tað at passa við felagslívið á skúlanum, tí vit síggja virði í, at knýta samband millum tín gerandisdag og háskúlan.

Fyrst í komandi ári verður ein faldari gjørdur, har tú kanst síggja meira nágreiniliga hvørjar lærugreinar vit bjóða út, hvørji koma at undirvísa og meira kunning um túrar á skeiðnum, harímillum eina uttanlandsferð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo