Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Rás 2: Rás 2 verður nú aftur eitt av nøvnunum í føroyska miðlalandslagnum. Samstundis sum Radio.fo í dag boðar frá at rásin gevst at senda á netinum hjá R2net, so verður Rás 2 nú aftur at hoyra á somu frekvensum.

Rás 2 byrjaði upprunaliga í 1999, tá Petur Jacobsen og familjan saman við øðrum, sum ein av teim fyrstu í Føroyum, settu eina privata vinnuliga útvarpsstøð í verðina.

Navnið hvarv tó úr miðlalandslagnum fyri nøkrum árum síðani, men verður nú aftur at síggja og hoyra í nýggjum skapi. 

Tað eru eysturoyingarnir Andrew Djurhuus og Símun J. Hansen, sum hava tikið stig til rásina.

- Vit hava báðir verið radio-aktivir stóran part av okkara vaksna lívið, og tá vit gjørdust greiðir yvir at Radio.fo fór at steðga við sínum virksemi og at navnið Rás2 var tøkt, so valdu vit at taka av møguleikanum at gera okkara egnu útvarpsstøð.

- Nú byrja vit eitt sindur knappliga og beint upp til summar-resið hjá flestu fólkum, so í fyrstu syftu er ætlanin at spæla nógvan summarsligan tónleik og annars at halda fram við nøkrum av teimum sendingum, sum hava verið at hoyrt á frekvensunum.

- So fara vit at brúka summarið til at finna fótafesti og lansera eina spennandi skrá til heystar.

- Vit hava valt undirheitið "Rás 2 - Hitt Radio" - og kunnu fólk leggja í tað hvat tey vilja, men góður tónleikur verður eitt týðandi element á rásini. Øll eru vælkomin at senda hugskot til sendingar og innihald og viðmerkingar annars við at skriva til ras2@ras2.fo," siga teir báðir.

Rás 2 hoyrist á ymsum frekvensum kring alt landið og á www.ras2.fo allastaðni. Allir frekvensir kunnu síggjast inni á heimasíðuni www.r2net.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo