Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit ilskast inn á danir, tí teir nøkur ár í 90´unum kanska ikki heilt uttan grund hartaðu okkum, meðan vit í meiri enn eina øld uttan stórvegis grund hava eyðmýkt teir! Kringvarpið hevur nú sent 3. part av sendirøðini O, móðurlandið! sum gongur fram til 1990´ini.

Millum tema´ini, sum hava verið í 1. og 2. parti, eru m.a. koloniir og fólkamorð!! Í 3. parti er eitt av høvuðstema´unum gongdin fram ímóti og kollapsið av føroyska samfelagnum fyrst í 1990´unum.

Nógv av tí, sum verður framborið her, er rætt og samstundis áhugavert at síggja og eigur KvF rós fyri hendan partin.

Men tíverri er søguforteljingin bert hálv, við tað, at KvF hegnisliga velur viðmerkjarar, sum í størsta møguligan mun stuðla upp undir narrativ KvF´s og tess nationalistisku agenda:

##med2##

Eisini verða landsstýrisskeiðini í 1970´unum, 80´unum og fyrst í 90´unum vavd saman, so tað als ikki framgongur, hvat ið hendi undir hvørjum landsstýri, hvat orsøkin var og nær ógvusligi vøksturin í bæði vinnustuðli, t.d. ráfiskgrunni, uttanlandsskuld og veðhald fyri skipabyggingum var.

Dagfestingar eru hegnisliga kliptar burtur ella fjaldar í skjølum, sum skulu gera tað út fyri at verða dokumentatiónir, sum undirbyggja hálvu søguforteljingunum hjá KvF, sum tí blíva beinleiðis villleiðandi og partvíst eisini søgufalsan.

Vit ilskast inn á danir, tí teir nøkur ár í 90´unum kanska ikki heilt uttan grund hartaðu okkum, meðan vit (les loysingarfólk) í meiri enn eina øld uttan stórvegis grund hava eyðmýkt teir!

Besta dømi og prógv um hetta er júst umrødda sending, enntá í 6 pørtum!

Kringvarp Føroya! Hvar er:

trúvirðið?
fakligi stoltleikin?
virðingin fyri lógarásetingum, sáttmálum og egnum kjarnuvirðum? (sendingar skulu vera: sakligar, óheftar, álítandi, savnandi, dygdargóðar, fjøltáttaðar, ikki á nakran hátt elva til mannminkan, halda góðan fjølmiðlasið, hava størsta trúvirði og vera professionellar)

Og henda sending er bert 3. av 6 - uha, uha. Nær næsta sending kemur, er ikki greitt, men kanska møguleiki verður at endurskoða innihaldið, so at tað meiri verður í tráð við tað, sum KvF eigur at standa fyri?

Johan Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo