Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

23. februar kemur fyrsta fløgan, Eg veit ein veg, hjá Oasubrøðrunum á marknaðin.

Oasubrøður hava fleiri ár á baki og hava sungið og spælt runt alt Føroya land. Mong eru tey, sum elska teirra einkla og glaða sang. Er man til eitt møti ella sangløtu har Oasubrøðurnir luttaka, so fær man sang, sum kemur beint úr hjartanum. 

Fløgan, sum nú kemur út, er eitt savn av teirra kendu sangum. Tónleikurin er innspældur í Crossroads Studio í Arden NC, undir leiðslu av dugnaliga framleiðaranum og tónleikaranum Jeff Collins. 

Røddirnar eru innsungnar í studionum hjá Torkil Mørkøre í Klaksvík.

Í samband við, at fløgan kemur út, vera útgávukonsertir í vikuskiftinum 23 - 25 februar á fylgjandi støðum:

Fríggjakvøldið 23 februar kl 19.30 í Oasuni í Havn

Leygarkvøldið 24 februar kl 19.30 í Marghøllini í Sørvági

Sunnukvøldið 25 februar kl 19.30 í Kelduni í Skálafirði.

Ókeypis atgongd.

Møguleiki verður  at keypa fløguna.

Oasubrøður eru: Tórbjørn LáadalSteindór HjaltalinSofus JoensenHarald M Haraldsen

Tónleikarar á konsertinum vera:
Klaver: Thomas B. Thomsen
El Guittar: Beddi Hansen
Bass guittar: Johan Danielsen
Steel Guitar: Torben Koch
Trummur: Jákup Gunnarstein
Akk guittar: Eyðun Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo