Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Um tvey tíðina í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at onkur var inni í einum húsum á Argjum, sum onki hevði at gera har. Tað var grannin sum boðaði frá.

Tá løgreglan kom á staðið kundi staðfestast, at talan var um blaðung fólk, sum vóru farin inn í húsini, sum møguliga vóru ólæst, og har høvdu tey tikið nakað av rúsdrekka, sum tey ætlaðu sær avstað við.

Slíkt er at stjala og hevði havt við sær ákæru um tað sama, men av tí at fólkini vóru so ung verða tað foreldur og sosialir myndugleikar sum fara at taka eitt álvarsprát við børnini, so tey kunnu rætta kós og ikki koma sær út í okkurt álvarsamt seinni í lívinum, frættist av politistøðini í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo