

Marglætis cruiseskipið Ocean Explorer sum strandaði í Grønlandi fyrr í vikuni, hevði Føroyar sum næsta mál á skránni.
Skipið skuldi leggja at í Vestmanna í morgin, men tað verður sum skilst av ongum, tí skipið fekk boð um at fara í næstu havn í Grønlandi at kanna skrokkin fyri skaðar eftir óhappið, áðrenn tað kundi halda fram.
Agenturin í Føroyum hevur fingið boð um, at skipið ikki kemur til Føroya sum annars ætlað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo