Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá uppskotið um burðardygga ferðavinnu varð lagt fram hevði ÚF samrøðu við formannin í óðalsfelagnum.

Hann segði m.a.
- at lógin var brot á grundlógina
- at lógin tekur allan ognar- og ræðisrætt frá okkum (eigarum og festarum)
- at vit (eigarnir) skulu boða frá til onkran stovn tá farið verður á fjáll og haruskjóting
- at fólk ganga frítt í brundtíð
- at fólk fáa fría atgongd fyri 150 kr
- at eigarin ikki sleppur at bestemma í sínum haga, og at lógin hevur við sær at seyðahald heldur uppat.

Tað kann undra hví ein formaður sum átti at havt ábyrgd fyri tí hann sigur, og fyri at vera tikin í álvara, sigur slíkt sum als ikki hevur hald í veruleikanum.

Uppskotið broytir einki í nakrari lóg sum hevur við landbúnaðin at gera, og hevur onga ávirkan á vanligt jarðarbrúk, seyðahald vm í Føroyum.

Jarðaeigarin kann fult út brúka øll tey lunnindi og rættindi til seyðahald, haruskjóting sum vanlig eru, og sum knýtt eru at sínum haga.

Tað er tí beinleiðis ósatt tað sum formaðurin førir fram um at lógin tekur allan ognar- og ræðisrætt frá eigarunum.

Í § 3 verður aðalreglan um, at við teimum avmarkingum sum lógin ásetur, er frítt at ganga í haganum. Hesar avmarkingar, sum kunnu áleggjast fólki sum fara í hagan, skulu allar gerast saman við eigaranum, og merkir hetta eisini, at verandi praksis, har vit føroyingar kunnu ganga allastaðni,sum vit vilja, í veruleikanum kann verða skerdur, um ein ferðavinnuætlan ásetur hvussu farast skal fram í einum haga.

Soleiðis sum lógin er orðað kann ein ferðavinnuætlan eisini seta forboð fyri at fara í hagan um tað skuldi verið neyðugt, t. d. í haru – og  brundtíðini, ella tá fjallgonga er.

Tað skal ikki boðast frá til nakran myndugleika.

Sigur ferðavinnuætlanin, at tað ikki er loyvt at fara í hagan tá fjallgonga er, so er tað upp til tey sum ætla sær í hagan at kanna umstøðurnar áðrenn. 

Heldur enn at koma út við ósonnum viðmerkingum, so átti Óðalsfelagið at farið inn í hetta mál konstruktivt, fyri at fáa skil á nøkrum viðurskiftum har í løtuni óskil valdar.

Tað eru fleiri dømir um at hagarnir ikki verða viðgjørdir burðardygt, og har misrøktin er sera sjónlig, og har rovdrift fer fram til stóran skaða fyri okkara náttúru.

Tí er tað gott at ein loysn kann koma á viðurskiftini.    

Jógvan Páll Lassen, advokatur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo