Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eftir avdúkingina av einum loyniligum fundi hava hundraðtúsund týskarar mótmælt seinastu dagarnar.

- Eingin toleransa yvir fyri intoleransu!

- Øll hata nazistar!

- Nazistar = lortendar!

Hetta vóru nakrir av boðskapunum á skeltum og bannarum, sum demonstrantarnir høvdu við sær í dag.

Í fleiri av stóru býunum í Týsklandi vóru aftur í dag mótmælisfólk móti uttasta høgravonginum, harímillum flokkinum Alternative für Deutchsland (AfD).

Orsøkin til mongu mótmælini er avdúkingin í miðlinum Correctiv, sum avdúkaði, at fleiri politikarar frá fleiri týskum flokkum, serliga frá AfD, hittu høgraekstremistiskar politikarar úr Eysturríki, nýnazistar og vinnulívsfólk í býnum Postdam í novembur 2023.

Fundurin snúði seg um, hvussu mann kundi hópdeporterað sokallað "óynskt" fólk úr Týsklandi - serliga immigrantar, men eisini týskar ríkisborgarar, skrivar DR.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo