Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Tað eru vanliga teir fýra stóru flokkarnir í føroyskum politikki, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum eisini eru fýra teir størstu flokkarnir til føroysku fólkatingsvalini.

Síðan 1973, tá ið Tjóðveldisflokkurin stillaði upp til fólkatingsval á fyrsta sinni, er tað bara eina ferð komið fyri, at ein av hinum flokkunum hava verið millum fýra teir fremstu.

Tað var Verkamannafylkingin í september 1994, sum fekk fleiri atkvøður enn Tjóðveldi og skavaði saman fjórðflestar atkvøður í alt.

Tað var samfelagskreppa í Føroyum hesi árini, og misnøgd fólk úr fakfelagsrørsluni stovnaðu Verkamannafylkingina upp til løgtingsvalið, sum var sama summar.

Tíðindamaðurin Øssur Winthereig, sum ikki stillaði upp til løgtingsvalið, var fremsta valevnið hjá fylkingini til fólkatingsvalið í 1994. Fakfelagsforfólkini Óli Jacobsen og Ingeborg Vinther, sum eisini vóru løgtingsfólk, stillaðu eisini upp.

Øssur Winthereig fekk 1.539 atkvøður, sum var gott og væl helmingurin av teimum 3.118 atkvøðunum, sum Verkamannafylkingin fekk. Øssur Winthereig fekk næstflestar persónarligar atkvøður. Bara Óli Breckmann úr Fólkaflokkinum fekk fleiri.

- Fólk hava ivaleyst verið nøgd við mítt arbeiði sum journalistur, og tí víst mær álit við fólkatingsvalið, segði Øssur Winthereig við Dimmalætting.

Eftir fólkatingsvalið roknaðu fleiri við, at tíðindamaðurin skuldi út í Tinganes at vera landsstýrismaður fyri Verkamannafylkingina, men Øssur fór ístaðin aftur at arbeiða sum journalistur. Hann stillaði uppaftur fyri Tjóðveldi í 2011, uttan at vera valdur.

Verkmannafylkingin stillaði upp til løgtingsvalið í 1998, men fekk einki umboð og hvarv síðan úr føroyskum politikki aftur.

Í 1971, tá ið Tjóðveldi ikki stillaði upp til fólkatingsvalið, fekk Uttanflokkalistin við Zakariasi Wang á odda fjórðflestar atkvøður.

Sí valúrslit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo