40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Ver nøgdur við tað, ið tú hevur. Henda barnalærdómin fingu mong av okkum í vøggugávu heimanífrá. Tað var ein góður lærdómur, tí nøgdsemi elur vælveru og trivnað. Vælsignað er tað heim, har nøgdsemi er tónin innanveggja.

Vit liva í eini tíð, har vit samanbera og meta um viðurskifti og menniskju. Svá hevur óivað altíð verið. Tað er valla skaðiligt, at vit meta um og sammeta. Tað er gott, um vit nú varnast, at nøkur detta niðurímillum og eru við sviðið soð.

Skulu vit fremja batar og gera ábøtur, ja so mega vit vita og kenna tað, ið ikki er nøktandi. At royna at fremja ábøtur í óðum verki ella í blindum ber valla á mál.

Tað er ein góður eginleiki at vera nøgdur við seg og sítt. Tað skapar eitt lívsjáttandi huglag. Tað jaliga smittar frá tí elsta til tað yngsta og til øll onnur.

Hetta merkir ikki, at vit eru einføld, fávitskut og hugsa smalt. Heldur er talan um tilvitaða vitsku, ið kennir sínar møguleikar og tilsvarandi ábyrgd í einum størri høpi.

At finna sítt pláss í lívinum, vera nøgdur og ala fram tað góða í øðrum menniskjum er lívsins høga mál. Tá spreiðir góðskan seg við tí makliga lotinum og við tí skiftandi veðrinum.

Flestu okkara kenna til fyribrigdið, at veikar løtur stingur øvundin høvdið fram, tá ið hugt verður yvirum stikið til grannan. Ærliga verður staðfest, at løtur hava verið í lívinum, har tráanin eftir eitt sindur størri fíggjarligari orku vitjaði.

Tær løturnar við lættari øvund gjørdu einans skaða og elvdu til tómleika, tí fokus var flutt frá tí, ið vit veruliga áttu ella høvdu. Tað hjálpir valla at umbera seg sjálvan og siga, at vit eru forsyrgjarar og skulu mata nógvar munnar.

Tað eru nógvar familjur, ið eru fíggjarliga betur fyri enn vit. Harrin signi tær og gevi teimum gleði og gott huglag.

Tað eru fleiri familjur, ið eru fíggjarliga verri fyri enn vit. Harrin hjálpi teimum fram á leið og signi leiðir teirra. Harrin gevi okkum – tí einstaka og samfelagnum – vísdóm at hjálpa teimum menniskjansliga og sosialt.

Her í húsinum eru vit sum hjún rík, tí vit eiga øll børnini og øll teirra kæru. Hetta er eingin sjálvfylgja. Vit vita fullvæl, at lívið skal livast, meðan tað er. Okkara egna lív og lív okkara kæru er litið okkum í hendi sum ein gáva frá Guði eitt ávíst tíðarskeið.

Tað jarðiska lívið kann ikki goymast í einum væl vardum pengaskápi. Viðhvørt hevur lívið avbjóðingar av likamligum, sálarligum ella andaligum slagi. Lívið og lívsins forløg eru í løtum størri enn menniskjað.

Tað ræður um, at lívið vignast, meðan tað er. Í Harrans hondum er tað tímiliga lívið og tað æviga lívið. Hóast karmurin um lívið er í tryggum hondum, merkir tað ikki, at innihaldið í kørmunum kennist dygdargott og nøktandi.

Løtur í nøgdsemi geva orku til djúptøkna hugsan, ið als ikki er ein skjót og lætt atkomulig niðurstøða. Hugsanin gevur hvíld, hóast vit ikki megna at greina hvønn loynikrók í huganum ella tær margfaldu orsøkirnar, ið fáa samfelagshjólini at mæla, so føroyingar fáa breyð á borðið.

Persónliga eri eg nøgdur við tað, vit her í húsinum eiga og hava. Ynski so inniliga, at øll hava tað eins gott. Veit tó, at so er ikki, tí eg kenni mong húskir, ið neyðin rak av landinum í nítiárunum í undanfarnu øld, tá ið vinnulívið fór av knóranum. Heima í Føroyum hómast neyðin framvegis í stakførum.

Í 2023 takki eg Guði fyri eitt sterkt vinnulív, ið mettar mangar munnar. Guð náði Føroya land, tá ið allir íbúgvar landsins eru eins ríkir ella fátækir. Okkum tørvar vinnulívsfólk, sum ynskja at byggja land og skapa virðir í samfelagnum.

Í dag eri eg 98% grøddur fyri alla hugsandi øvundsjúku. Tey 2%, ið resta til fullkomna grøðing, geva nóg mikið av trupulleikum.

Tá ið ferðast verður til og frá flogvøllinum, fegnist eg um Hiddenfjord og tað stóra virksemið, ið alifyritøkan skapar í Vágunum.

Tá ið vit eru í húsunum á Strondum og síggja inn á Glyvrar, fegnist eg um Bakkafrost og tað stóra virksemið, ið alifyritøkan skapar, runt um í landinum,

Tá ið nótaskipini koma fullfermd inn á Havnarvág ella sigla í Nólsoyarfirði, frøist mítt hjarta í takklæti til skapara himins og jarðar. Sjófólkið fær eina góða hýru, og lastin gevur arbeiðspláss til hendur á landi.

Tá ið eg hoyri um skip, virkir og sethús, ið fara fallitt, grætur mítt hjarta. Ein annars góður dagur verður í besta føri miðal.

Øvundsjúkan er ein ring sjúka. Hóast vit siga okkum at vera grødd, stingur hon snútan fram innímillum. Biði Jesus so bønliga um lekidóm. Amen.

Orðið: “Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag.” (Jákupsbrævið 3,16)

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo