Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nei, Karl-Erik Reinheim, tað, ið er ófyrigeviligt, er tað, sum skipini, ið Faroe Agency umboðar, hava útsett føroyingar fyri í áravís!

Stjórin í Faroe Agency vil halda fram at samstarva við Russland. Hann ber fram, at tað hevði verið ófyrigeviligt at steðga samstarvinum. Hann fer so langt, at hann metir, at russisku skipini tryggja fíggjarlógina og føroyska búskapin.

Men stjórin í Faroe Agency gloymir, hvussu nógvan og óbótiligan skaða hesi somu skipini í áravís hava verið atvoldin til. Russisku skipini og farmaskipini, sum Faroe Agency umboðar hava terroriserað og vanærað mong lív í Føroyum.

Faroe Agency, sum umboðar skipini, eigur at kenna sær hógv. Væl vitandi um beinleiðis terrorserandi atburðin, hevur Faroe Agency latið standa til, hóast fólk í Føroyum hava rópt neyðarróp.

Við óavmarkaðum altyvirdoyvandi buldrandi motorljóðum, málageipan, osi, royki og bankan av rusti døgnið runt.

- Ja, alt hetta hava familjur í Føroyum skula livað við í áravís – uttan at Faroe Agency hevur tímað at gjørt ein innsats fyri at verja sínar samborgarar her á landi.

Skipini, sum Faroe Agency umboðar, hava kostað føroyska samfelagnum dýrt, og tað er ófyrigeviligt!

Felagið Heimafriður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo