Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Birita Matras Petersen, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið.

Spurningar:
1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at tryggja lesandi og næmingum bíligari ella ókeypis alment ferðasamband alt árið?

2. Hvørjar eykaútreiðslur fær landið, um skúlakortið er virkið alt árið?

Viðmerkingar:
Einasti ferðastudningurin, ið lesandi og næmingar fáa, er eitt ókeypis skúlakort, ið gevur teimum møguleika at ferðast millum bústaðin og útbúgvingarstaðið í mesta lagi eina ferð um dagin. Lesandi og næmingar, ið fáa lestrarstuðul, umframt næmingar á Húsarhaldsskúlanum, á háskúlum, eftirskúlum og skiftisnæmingar hava rætt til eitt skúlakort.

Við galdandi reglum er skúlakortið ikki virkið í summarfrítíðini. Studningurin til livikostnað til lesandi á hægri útbúgvingum og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum er 4.960 kr. um mánaðin, meðan studningurin til miðnámsskúlanæmingar er 2.113 kr. ella 4.387 kr.. Tí er ofta neyðugt við arbeiði við síðuna av lesnaðinum og skúlanum. Summarfrítíðin er upplagda høvið at samla sær nøkur oyru til komandi lestrarhálvuna ella skúlagongdina. Havandi í huga, at studningurin er lutfalsliga lágur, er hugsandi, at fleiri ikki hava ráð til ein bil at brúka í summarfrítíðini til at ferðast til eitt nú arbeiði og annað virksemi í summarfrítíðini.

Eitt bíligari ella ókeypis alment ferðasamband til lesandi og næmingar alt árið hevði javnsett lesandi og næmingar í útjaðaranum við onnur, ið eru búsitandi í miðstaðarøkinum. Harafturat hevði hetta eggjað ungum til at brúka umhvørvisvinarligari ferðamøguleikar alt árið.

Á Løgtingi, 14. november 2023
Birita Matras Petersen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo