Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ókeypis útikonsert verður við Kristián Kristjánsson í Perlutúninum tann 9. juni kl.16. Kristián Kristjánsson (KK) er føddur í Minneapolis, Minnesota USA.

Hann flutti til íslands, tá hann var 10 ára gamal. Hann bleiv ein partur av bluestónleikaverðini í Íslandi í 70’unum.

Í 1985 fór hann eina 5 ára fjakkaraferð í Evropa, har hann livdi av at spæla á gøtunum í teimum evropisku býunum. Síðst í 1990 flutti KK aftur til Íslands og har hevur hann búð síðani.

Á síni tónleikaleið hevur KK fingið fleiri enn 20 gull-, platin- og multiplatin heiðurslønir og tvær íslendskar Music Academy Awards. Harafturat hevur hann fingið fleiri viðurkenningar fyri ymisk tónleikalig projektir. Hann hevur millum annað eisini skrivað tónleik til film, sjónvarp og sjónleik.

Frá 1985 til 2010 turneraði KK rættuliga nógv kring heimin, hann hevur millum annað spælt í Kina, Kanada, Fraklandi, Týskalandi, Stórabretlandi, Spania og USA. Hann hevur spælt inn og gjørt tónleik saman við teimum kendastu íslendsku tónleikarunum, herundir Bjørk og Sigurrós.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo