Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hátíðarhald verður tann 4. oktober í Kirkju í sambandi við, at loysn er funnin um oljuflutning til Fugloyar.

Í samband við at formlig avtala millum Heilsu- og innlendismálaráðið, Strandfaraskip Landsins, P/F Magn, Elfelagið SEV og Fugloyar kommunu um oljuflutning til Fugloyar verður sett í verk, verður skipað fyri hátíðarhaldi á Kirkju.

Í avtaluni eru partarnir samdir um at loysa málið um oljuflutning til Fugloyar soleiðis, at tað slepst undan at flyta oljutunnur út í oynna, og at olja verður koyrd til hvørt húski/oljutanga í bygdunum Kirkja og Hattarvík.

Hátíðarhaldið verður mikudagin 4. oktober 2017 kl. 13:30.

Skrá:

• Amalia í Frammistovu, borgarstjóri bjóðar vælkomin.

• Sirið Stenberg, landsstýriskvinna flytir fram røðu.

• Olja verður latin til fyrsta kundan.

Aftaná verður borðhald í lærarahúsinum á Kirkju.

Sostatt kunnu fugloyingar frøðast um, at oljuveitingin verður munandi lættari frameftir. Eisini fer hetta at hjálpa sera væl uppá trygdina, serliga tá ið hugsa verður um, at Fugloyggin er eitt brimpláss, og at tað kann verða talan um vandamiklar løtur fyri flutningsfar og ferðafólk, undir lossing.

Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur samskipað avtaluna og verður hetta mett sum eitt gott stig á leiðini, tá ið talan er um útoyggjamenning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo